Lýsing
Lýsing
Lýsing

Úr barnagarðinum á dansigólvið

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  19.02.2020 - 09:37 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjár vóru smábørnini úr Mylnuhúsinium í Skálanum og dansaðu føroyskan dans.

Maja Højsted, fyristøðukvinna sigur, at tey hava havt føroyska dansin á skránni til undirhalds í Mylnuhúsinum og eru í veruleikanum ovfarin av hvussu lætt børnini hava við at læra at kvøða nógv ørindi.

Sjálvt vøggustovubørnini vóru við á dansigólvinum og kvóðu “Kú mín í Garði. Tey 3-5 ára gomlu megnaðu væl at fylgja við í “Veturin kom við kulda og kava”.

Tá so 5-6 ára gomlu børnini einsamøll og uttan hjálp kvóðu “Nú liggur ein kavafonn fjøllum á”, tá kann ikki sigast annað enn at vit áskoðarar hitnað um hjartað at hoyra teirra rungandi røddir á dansigólvinum. - Tað var ein uppliving.

Maja Højsted sigur, at tað vísir seg, at børnini í 5-6 ára aldri klára sera væl at læra nógv ørindi uttanat og at teimum dámar sangir, ið fylla meira enn tær stuttu barnaramsurnar.

Hetta tiltakið hjá okkum hevði sum so onki við Torradagarnar at gera. Hetta var meiri ein endi á kvøðingini, tí fastan stendur fyri framman. Tí hildu vit at tað hevði verið spennandi at skipa fyri einum slíkum degi. Vit vendu okkum til Johnleif Johannesen og Heina Mohr um at fáa Skálan til endamálið, og tað var ongin trupulleiki.

Í Skálanum verður vanliga skipa fyri barnadansi, so kanska kann hetta stuðlað upp undir góða arbeiði sum Skálin ger fyri føroyska dansin.

Annars halda vit Torradagar í Mylnuhúsinum, sigur Maja Højsted at enda, vit eta fisk hesa vikuna og vit hava verið á seiðabergi við børnunum, jú, Mylnuhúsið er við har tað hendir nakað, leggur hon afturat.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Onnur kunnu tosa KÍ niður - ikki vit!!
Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni
Nú hevur KÍ kunngjørt Dávid
10.000 pund á 32 stampum
Norðmenn vitja Amerika
VIMA - Upplatingartilboð - allar vørur -…
Dávid Reynheim nærkast KÍ
Etika í Biskupstorg
Nýggjur áleypari til venjing
KÍ missir helst fýra leikarar
Anfinn Í Toft á støð
Morgunmatarborðið veit
Hví eitur býurin Oslo?
Nes kommuna hevur latið inn ferðavinnuæt…
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík