Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lívsins dansur í Mentanarhúsinum Fuglafirði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.02.2020 - 10:40 Mentan Tíðindi

Sunnudagin 23. februar kl 16 verður forkunnugt útgávutiltak í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Útgávan, talan er um, eru tríggjar listagreinir sjóðaðar saman í eina heild. Eitt myndprýtt yrkingasavn við fløgu.

Bárður á Lakjuni hevur yrkt tekstirnar og gjørt løgini. Sámal Toftanes, listamálari, prýðir savnið við myndum, ið lýsa innihaldið í tekstunum. Niclas Johannesen framleiðir tónleikaliga partin saman við Bárði, og skaptar verða ljóðmyndir, ið lýsa huglagið í ymisku tekstunum.

Á tiltakinum fer Frits Johannesen at senda Bárði eina heilsan. Málningarnir hjá Sámali verða at síggja og Martin Joensen fer at tosa við Bárð um nýggjasta tónleikaavrikið.Bárður fer eisini sjálvur at syngja nøkur løg úr savninum.

At enda verður kaffi og høvi verður at keypa sær útgávuna. Øll eru hjartaliga vælkomin. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið