Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frímerkjaútgáva Flogbóltur: Rógvi Holm móttekur fyrstadagsbrævbjálvar í dag

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroyar  |  24.02.2020 - 09:15 Ítrottur Tíðindaskriv

Í ár eru liðin 125 ár síðan flogbóltur var uppfunnin sum ítróttargrein. Hon kom til Føroya miðskeiðis í 50-unum, tá Martin Holm, lærari á Føroya Læraraskúla, lærdi sínar næmingar spælið. Í dag avdúkar sonur Martin, Rógvi Holm, frímerkini, sum Posta gevur út í samband við árið, saman forsetanum fyri CEV, Aleksandar Boričić, á torginum í SMS


Sjálvt um tað er amerikumaðurin, William G. Morgan, sum í 1895 uppfann spælið Mintonette, sum seinni gjørdist til Volleyball, so kenna føroyingar ivaleyst meira til mannin, sum fekk ítróttargreinina til Føroya.
Tað hendi miðskeiðis í 50-unum, tá Martin Holm, ið var lærari á Føroya Læraraskúla, til ein ítróttartíma kom við einum løgnum bólti og einum neti, sum hann setti upp. Tá kendi eingin spæli í Føroyum.


 
Skúlin í miðdeplinum
Væl hevur ligið fyri hjá Martini Holm at læra frá sær, tí tá ungu lærararnir fóru út um landið at arbeiða, tóku teir spælið við sær, og soleiðis gjørdust skúlarnir tá ein miðdepil í menningini av føroyskum flogbólti.
Tað eru teir eisini í dag, nú tó við nýggja átakinum, Flogbørn, sum er serligt flogbóltsspæl fyri yngstu børnini, og sum verður spælt bæði í skúlunum og í feløgunum.

 

Í dag telist flogbóltur millum tær heilt stóru ítróttargreinarnar her á landi.

Ítróttargreinin fekk egið sersamband í 1980, umleið 25 ár eftir, at Martin Holm hevði lagt lunnarnar undir hana, og sersambandið fekk altjóða viðurkenning beinanvegin. 


Tí luttekur føroyskur flogbóltur í altjóða høpi á jøvnum føti við onnur lond.
 


Sonurin og abbadøtrar fáa fyrstadagsbrævbjálva


Í samband við 125 ára dagin fyri, at flogbóltur var uppfunnin, hevur Posta gjørt av at geva út tvey frímerki.


Tað hendir í dag klokkan 16,30 í SMS og í hesum sambandi verður skipað fyri stórum tiltaki á torginum í SMS, sum byrjar við, at børn fara at spæla flogbólt, og sum endar við, at frímerkini vera avdúka.


Martin Holm er ikki longur ímillum okkum, men hvat er tá meira nátúrligt enn at fáa son Martin, Rógva Holm, sum sjálvur hevur verið íðin reiðmaður, at vera við til avdúkingina.


Umframt Rógva Holm, verður eisini Aleksandar Boričić, serbiski forsetin í evropeiska flogbóltssambandinum, CEV, við til avdúkingina. 
 


Rógvi trúfastur áskoðari
Sjálvt um Rógvi Holm er komin nakað til árs, og ikki íðkar ítrótt á sama hátt sum fyrr, so merkir tað ikki, at hann hevur mist áhugan fyri ítrótti.


Tað sást millum annað nú steypafinalurnar vóru á skránni um vikuskifti. Tá var Rógvi Holm millum áskoðararnar, og tað er tað ein orsøk til.


Hann eigur tríggjar abbadøtur, sum allar spæla við SÍ - Tóta, Turið og Ellen - , og um vikuskiftið upplivdi hann at síggja tvær teirra gerast steypavinnarar við besta liði hjá sørvingum.


Tí er framvegis sterk bond millum familjuna, sum kom við flogbóltinum til Føroya, og ítróttargreinina.


Tiltakið á torginum í SMS byrjar í dag klokkan 14.30, tá børn fara at kappast. Tað gera tey fram til klokkan 16.30, tá tiltakið í samband við frímerkjaavdúkingina byrjar.


Stroymt verður frá tiltakinum. Stroymingin byrjar klokkan 16.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hamskift samgonga letur síni tingfólk se…
Vit hava mist ein av teimum stóru
Triði hvør føroyingur fær krabbamein: He…
Tað er stuttligt at læra gjøgnum sang
Atgongumerk­ini ganga undan
Friður á pallinum: Hvør er Belinda Blair…
Norðlýsið blaðið í gerð
Friður á pallinum: Hvør er Brooke Ashton…
Sirið Stenberg, lands­stýris­kvinna, lutti…
FM radio hesa vikuna
Opið bræv til Kringvarp Føroya: Publicse…
Andstøðan fær helst eitt lætt valstríð
KÍ spældi eina løtu uttan nakran lokalan…
Ein kirkja og onnur
Netverksfundur í Rótini: Morgunmatur og…
Friður á pallinum: Hvør er Poppy Norton-…
Ein góður fiskitúrur í vikuni sum fór
Ungur lokalur leikari á máltalvuni
Veðrið í vikuni
Tórhallur og Sámal vunnu fiski­kappingina