Lýsing
Lýsing
Lýsing

Teir fáa lítlan svøvn fyri tíðina

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  25.02.2020 - 12:52 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í morgun var eg á støð hjá Norðsøka við tí fyri eygað at fregnast um veiðu og at fáa eina mynd. Men tað gekk ikki júst sum ætlað. Norðsøki hevði 18.000 pund í dag, og stórsti parturin hýsa. Manningin hevur havt úr at gera at kryvja og at taka rogn, so skiparin, Heri Vang leyp í land og spurdi meg um eg ikki kundi hjálpa til við landingini og vera á kaiini og krøkja úr. Manningin hevur ongan svøvn fingið, so tað hevði komið væl við um eg krøkt úr hendan eina til hálvan annan tíman tað tók at fáa fiskin upp úr lastini, so manningin kundi fara í koyggjuna.

So skjótt liðugt er at leggja veiðuna upp, fer Norðsøki at fáa nýggjar stampar umborð og so avstað aftur. Svøvnurin er lítil hjá manningini.

Tað var ikki at siga tvær ferðir. Eg til hús at skifta og so út á kaiina aftur væl útgjørdur. Sjúrður Josephsen stóð við lúkukarmin og stýrdi landingini við fjarstýringini og eg á kaiini og krøkti úr tá fiskurin kom í land í kørum og krøkti í, tá tóm kør og kør við ísi skuldu umborð. - Ein sera hugnalig løta. 

Trukkførarin Kim Joensen var noyddur at taka sær av myndatólinum hjá Norðlýsinum og at taka myndir av myndamanninum og blaðstjóranum í aktión.

Til aðru fyri meg við myndatólinum kom trukkurin við einum platti at hjálpa 82 ára gamla kranførarum í land.

Nú liðugt var, kom skiparin Heri Vang og takkaði fyri hjálpina, treyðugt so, tað bleiv til tvær hýsur og rogn við aftur til hús, tað verður bordin í kvøld. - Nær skiparin sleppur í koyggina veit eg onki um, hann var sjálvur lastamaður meðan vit landaðu

Truckførarin, Kim Joensen, fekk til uppgávu at taka sær av myndatólinum hjá Norðlýsinum og avmynda myndamannin og blaðstjóran í "aktión".

Lýsing
Seinastu tíðindini
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið