Lýsing
Lýsing
Tilvildarlig mynd

Skeiv tulking av hagtølum frá Heilsuhjálparafelagnum !

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  26.02.2020 - 11:23 Politikkur Tíðindi

In.fo skrivar at næstan annaðhvørt starvsfólk ið starvast á eldraøkinum í Føroyum hevur onga útbúgving. Víst verður til hagtøl frá Heilsuhjálparafelag Føroya, sum hevur latið løgtinginum tølini í samband við at Tjóðveldi hevur lagt uppskot til samtyktar fyri tingið um at sett eina skipan í verk so vit fáa fleiri útbúgvin starvsfólk á eldraøkinum.

IN.fo skrivar: ...Nógv ringast stendur til í Suðurstreymoy, har tey hava sløk 230 fólk, ið arbeiða sum heilsuhjálparar í eldrarøktini, men tað eru bara stívliga 90 av teimum, sum hava útbúgving. Sostatt er stór yvirvág av starvsfólki, sum ikki hava útbúgving....
 
 
Men tølini sum víst verður til í greinini á IN.fo og sum eisini verður víst til í sjálvum uppskotinum hjá Tjóðveldi eru villeiðandi at brúka sum grundarlag fyri at meta um støðuna á eldraøkinum. 
 
Talan er nevniliga um tøl yvir “persónar” sum arbeiða í eldrarøktini eisini persónar, sum arbeiða sera fáar tímar um vikuna.
 
Um vit taka tølini frá Heilsuhjálparfelag Føroya fyri Norðoyggjar, so síggja tey soleiðis út:
 
NORÐOYGGJAR
 
41 faklærd
35 ófaklærd 
 
Her sær tað út til at vera umleið helvtin, ið er ófaklærd, men hetta er misvísandi, tí talan er ikki um størv, men persónar, har øll arbeiða sera ymiskt tímatal.
 
Veruligu tølini 
fyri ársverk við ófaklærdum fólkum í eldrarøktini, sambært Bú- og heimatænastuni í Norðoyggjum, 24.02.2020 eru:
29,445 faklærd ársverk, deilt á 42 persónar
14,7 ófaklærd ársverk, deilt á 48 persónar
 
Her eru tað ikki helvtin av øllum, ið eru ófaklærd, sum yvirskriftin í greinini in.fo sigur. Áhugavert hevði verið at sæð tøl fyri øll eldraøkir og Almennaverkið, ið høvdu lýst veruligu støðuna.
Ikki fyrenn tá, kann nakað sigast um veruligu støðuna. Undrunarvert er eisini at verandi starvsfólk ikki vera gagnnýtt meira, um tey ynskja tað. Tað kundi veruliga broytt støðuna við manglandi heilsustarvsfólkum. 
Upplýsingar, sum vit hava nevnt í øðrum sambandi, vísa at tað eru nógv Heilsustarvsfólk, sum eftir lokna heilsuhjálpara - ella heilsurøktaraútbúgving ikki fara í starv í eldrarøktini, men leita aðrastaðni ella til víðari lestur.
 
Stjórin á Heilsuskúla Føroya í Porkeri segði fyri stuttum í samrøðu við Norðlýsð:
 
- Eg kann m.a. vísa til donsk viðurskifti, har støðan í samfelagnum líkist rættiliga nógv føroysku støðuni. Har eru Heilsuskúlar næstan á hvørjum tanga. Har fáa næmingar løn undir útbúgving. Og tey yvir 25 ár fáa enn meira løn.  
- Kortini sera stórur tørvur á heilsustarvsfólki á eldraøkinum í DK. Tað er nærmast ein kreppustøða. 
- Arbeiðsumstøður og løn í yrkinum, eru uttan iva eisini við til at ávirka val av útbúgving,. 
Eisini var víst á at í DK royna tey at gagnnýta verandi starvsfólk, ið eru á niðursettum brøki betri, og víst var til eina grein hjá Kommunernes Landsforening frá oktobur 2018, ið sigur at ein tími upp í tíð um vikuna, hjá heilsustarvsfólkum, vildi givið 1.700 fleiri ársverk.
 
 
LES SAMRØÐUNA HER
 
Arbeiðsumstøðurnar í eldrarøktini
Tað er væl kent at starvsetanin innan eldrarøkt hevur í mong ár undirmett arbeiðsbyrurnar sum røktarstarvsfólk kring landið bera hvøn dag. Í mongum føri er arbeiðsbyran tí alt ov tung. Hóast fleiri nýggj og tíðarhóskandi røktarheim/sambýli eru bygd er arbeiðsbyrðan/umstøðurnar hjá starvsfólkunum framvegis ikki nøktandi og dagligdagurin í mongum føri kennist tungur og stravin. Stórur partur av røktingarplássunum eru framvegis í gomlum umbygdum sethúsum, har arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkum eru langt frá nøktandi. 
Tá politiska orðaskifti kemur inn á eldrarøktina hoyrir ein mangan politikkarar siga at eldri fólk trívast betur í gomlum húsum, enn stórum og flottum nútímans røktarheimum.
Hetta er kanska rætt sæð í ljósinum av at tey flestu gomlu helst høvdu ynskt at búð heima, men hettar forsvarar ikki at kommunur senda gomul og illagongd fólk at búgva í gomlum húsum har arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkum eru sera truplar og t.d. 10 búfólk mugu klára seg  við sera avmarkaðum møguleikum fyri privatlívið,  brúsu/WC. og so fram.....
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…