Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkaheilsuráðið haft samstarvsfund

SKRIVAÐ: Fólkaheilsuráðið  |  27.02.2020 - 13:30 Tíðindaskriv

Í gjár 26. februar møttust samstarvfelagarnir í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu fyri 11. ferð.

Vit fingu vitjan av Jón Kragesteen, sum býr í Tórsbyrgi, eitt grannalag, sum hevur eitt sera virkið eigarafelag. Hann greiddi frá, hvussu tey arbeiða, og hvussu tey saman við grannunum, Boðanesheiminum og Láargarði, hava megnað at fáa stuðul frá Tórshavnar kommunu til at gera eitt vakstrarhús til íbúgvarnar. Jón segði, at íbúgvarnir sjálvbodnir røkja økini millum húsini.

 

Tey høvdu roynt eina skipan, har alt bleiv skrivað niður, hvør hevði ábyrgd av hvørjum, men tað riggaði ikki, og tí vóru tey farin burtur frá tí, meðan skipanin at lata fólk gera tað, sum tey hava hug til, er ein skipan har íbúgvarnir geva hvør øðrum íblástur til at fara í gongd, og tá ið umhvørvið er væl hildið, gevur tað øllum møguleika at njóta umhvørvi t.d. til at hugsavna seg hvør sær ella at hava tiltøk í felag.

 

Henda framløga gevur samstarvsfeløgunum íblástur til, hvat kann gerast fyri at menna ABC virksemi í teirra øki.

 

Tá ið vit hava tiltøk og kunning um, hvussu vit halda okkum best heilsuliga væl fyri, halda vit, at tað kann vera ein avbjóðing at røkka øllum og kanska serliga teimum, sum frammanundan ikki hava orku til at luttaka. Tí brúktu vit henda dagin til at viðgera spurningin “Hvørji eru tey útsettu í okkara samfelagi?”

 

Vár Honnudóttir, cand.scient.san.publ., legði fram við støði í “Hvussu hevur tú tað” kanningini í Danmark frá 2017 og kanningini í Føroyum 2015. Sum vísti, hvørjir bólkar í samfelagnum kenna seg einsamallir, tá ið tey helst vildu ynskt at verið saman við onkrum. Vár nevni at heilsustøðan er tengd at trimum faktorum, sum eru likamlig, sálarlig og sosiala heilsustøða og undirstrikaði, at tað er umráðandi at hyggja eftir samanspælinum millum hesar tríggjar faktroarnar. Henda framløga setti tankar í gongd og gav samstarvsfeløgunum amboð at arbeiða víðari við í sambandi við menningina av verandi ABC tiltøkum og eisini í mun til at skapa nýggj ABC tiltøk.

 

Jana Mortensen, sum lesur M.S.Sc. Sosialvísindi og samfelagsplanlegging á Setrinum, arbeiddi við at fáa vegleiðingina “Hvussu tú varðveitir góða sálarliga heilsu” tillagaða til føroysk viðurskifti, meðan hon var í starvsvenjing í Fólkaheilsuráðnum. Hon legði úrslitini av sínum arbeiði fram, sum vísti, at vegleiðingin krevur tillaging, áðrenn hon kann brúkast í Føroyum. Kanningin vísti eisini, at nógv seta heitið “sálarlig heilsa” í samband við sjúku. Meðan verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu definerar “sálarliga heilsu”, sum ein støða, har vit sum menniskju trívast.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Móttøka fyri Julian Gregersen
Treysti um høgtíðina desembur 2025
Irena Olsen 20 ára starvsdag
Rokdagur hjá útróðrinum
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir…
Springarar ferðast tvørtur um Atlantshav…
Jørgen: - Dennis Holm, fíggjar­nevndarlim…
Hiddenfjord við ESG frágreiðing um burða…
Ársfrágreiðing 2024 við átta tilmælum
Syngja jólini inn í Hvannasunds kirkju
Frálík jóla­konsert í Christians­kirkjuni
Fríggja­dagin tann 12. desember fingu 14…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
30 ár í starvi hjá Nes kommunu
Eyðgunn: Varpið fær ongan rakstrarstuðul
Varpið fær heldur onki í 2026
Heiðurs­konsert fyri Teimum av Kamarinum