Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vegurin við Másheyg dagførdur

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  28.02.2020 - 11:15 Tíðindaskriv

Fyri nøkrum árum síðani var vegurin við Másheyg breiðkaður og longdur, soleiðis at fleiri sethús í umráðnum kundu fáa atkomu til húsini.

Óli M. Lassen, formaður í teknisku nevnd, sigur at borgarar í umhvørvinum hava vent sær til kommununa við einum ynski um, at vegurin verður asfalteraður. Kommunan valdi í 2019, at ganga hesum ynski á møti, men orsakað av trupulleikum hjá asfaltveitara er arbeiðið ikki framt fyrr enn nú.

- Vegastrekkið hevur í longri tíð verið merkt av hesum, tí trupult hevur verið at hildið vegin slættan, tí fegnist eg um, at hetta arbeiðið nú er framt, sigur Óli M. Lassen, ið eisini vísir á, at fleiri vegastrekkir verða asfalteraði seinni í vár, ella so skjótt veðrið loyvir tí.

Nógv virksemi er kring Másheyg í sambandi við, at nýggj rennibreyt verður gjørd á ítróttarøkinum, og harumframt hevur býráðið samtykt at dagføra vegin, sum gongur til sethúsini omanfyri rennibreytina.

Vegurin, ið einki navn hevur havt, fekk fyri kortum nýtt navn, og verður í dag kallaður “við Másheyg”.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási