Lýsing
Lýsing
Fyrrverandi varaforsetin Joe Biden og Bernie Sanders, senatorur úr Vermont kappast um, at sleppa at kappast móti Donald Trump á forsetavalinum í november í ár | Mynd: Washington Post

Týsdagurin mikli

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.03.2020 - 12:34 Leiðarin Politikkur

Í dag er sonevndi Super Tuesday í USA. Hendan dagin skulu 14 statir umframt amerikanska Samoa gera av, hvønn hesi 15 økini skulu peika á. Longu frammanundan eru ivamál ruddað av vegnum, og tað er nú heilt víst, at óansæð hvør verður valdur, fær USA ein forseta, ið er ein hvítur maður væl yvir 70 ár. Tað er greitt eftir at kappingarneytarnir hjá Joe Biden og Bernie Sanders hava tveitt handklæðið í ringin.

Tað bjarta stjørnuskotið hjá demokratunum, 38-ára gamli Pete Buttigieg vísti seg at vera ein samdøgursfluga. Eftir at vera komin væl frá byrjan mátti hann síggja í eyguni, at Bernie Sanders tók føringina rættiliga skjótt aftaná. Stinnasti kappingarneyti Sanders’, Joe Biden, hevur havt júst øvutu tilgongdina. Hann kom illa frá byrjan, men hevur síðani konsoliderað seg.

Síðani gav 59-ára gamla Amy Klobuchar skarvin yvir. Hon vann einans sín egna stat, Minnesota, og kláraði seg onki serligt í hinum statunum, ið hava havt caucus’ar og undanval. Hesi bæði Klobuchar og Buttigieg hava longu heitt á sínar veljarar um heldur at stuðla Joe Biden - helst er hetta einasti mátin hjá báðum at gerast varaforseti hjá Biden, um hann vinnur á Trump í november. 

Av mótvalevnum hanga tó framvegis Elizabeth Warren og Michael Bloomberg í. Dagurin í dag verður fullkomiliga avgerandi fyri Bloomberg. Hann hevur sjálvur sagt, at tey innleiðandi undanumførini í til dømis Iowa og Nevada onki hava at siga fyri seg, og at hann fer at satsa alt uppá Super Tuesday. Bloomberg er eisini tann, sum hevur brúkt nógv mest av peningi uppá valstríð, men eygleiðarar meta ikki, at hann hevur nakran veruligan møguleika.

Elizabeth Warren hevur staðið seg nakað betur enn Buttigieg, Klobuchar og Bloomberg higartil, men ikki eins væl og teir báðir spísskandidatarnir Biden og Sanders. Fyri hana hevur dagurin í dag eisini stóran týdning, og uttan so at Warren klárar seg óvæntað væl í kvøld, fer hon helst at kunngera nakað tað sama sum Klobuchar og Buttigieg innan leingi.

Alsamt meira bendir sostatt á, at slagið kemur at standa ímillum Bernie Sanders og Joe Biden. Sum tað sær út til í løtuni, hevur Bernie Sanders størstu fólkatekkina, fyrst og fremst tí at hann er diametrali mótsetningurin hjá Donald Trump. Ikki í alduri; Bernie Sanders er 6 ár eldri enn Donald Trump. Men sum vinstravendur demokratur er hann tað øvuta av høgravenda republikanska forsetanum. Amerikanskir miðlar endurgeva eisini bjartskygnið hjá Sanders við at skriva, at hetta verður roknað við at vera dagurin, Sanders feigar kappingarneytarnar úr stríðnum.

Hetta er helst eisini rætt, tá man hugsar um onnur enn Biden. Tað verður ”knald eller fald” fyri Bloomberg, og væntandi eisini fyri Warren. Men uttan so at Biden fær ein ordans bakkaluara í nátt okkara tíð, so fer hann ivaleyst at hanga í stríðnum nakað afturat, og møguliga vinna tað, hóast kappingarneytin hevur størri viðrák.

Fyri tann meira liberala partin av USA er tað eitt vónbrot, um bæði kvinnuligu valevnini og tann samkyndi Buttigieg longu supertýsdagin hava langt kongin. Eins og tað heldur ikki smakkar teimum væl, at einans eldri hvítir menn, ið tátta í tey áttati árini, verða eftir í stríðnum. Men veruleikin er, at har er onki sum helst, ið bendir á, at nakar annar enn ein av teimum trimum, Donald Trump, Joe Biden ella Bernie Sanders verður amerikanskur forseti 2021-2025.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin