Lýsing
Lýsing
Lýsing

Franklin Graham framvegis ikki fingið loyvi at tala í Glasgow

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  05.03.2020 - 10:53 Politikkur Tíðindi

Faðir hansara Billy Graham var sera vælumtóktur í Stóra Bretlandi og var eisini vinur við Elisabeth drotning. Drotningin heiðraði Bily Graham við einum riddarakrossi.

Hvørjaferð Billy Graham hevði sínar møtirøðir í Bretlandi var prædikumaðurin boðin at vitja drotningina. Og hon vitjaði eisini kenda prædikumannin tá hon var á rundferð í USA.

Men eftir at Muslimska Ráðið og LGBT felagskapur mótmæltu vitjanini í Bretlandi sleppur amerikanski missiónsfelagsskapurin ikki at halda møti í kendu høllini.

Toliransan við almennum útsøgnum er nógv skerd í Bretlandi tey seinru árini. Politiið far hvønn dag nógv nýggj mál viðvíkjandi haturstalu, sum at mæla til ófrið og talu ið setur niður á ymisar safelagsbólkar.

Amerikanski prædikumaðurin Franklin Graham skuldi annars byrja møtirøðina við stórum almennum tiltaki í Glasgow, men eftir trýsti frá ávís bólkum hevur leiðslan fyri FLyDSA Arena  í Glasgow uppsagt avtaluna við felagsskapin hjá Franklin Graham.
 
Hetta kemur eftir at Muslimska ráðið í Bretlandi hevur heitt á stjórnirnar í Onglandi, Wales og Skotlandi, at nokta Franklin Graham innferðarloyvi grunda á at boðskapurin hjá Franklin Graham er: “'not conducive to the public good”, leystliga týtt: “sum ikki er mennandi fyri(ella lyftur undir ) almennu vælferðina”.

 


Prædikumaðurin hevur sagt alment at Bíblian fordømir samkynd og eisini hevur hann talað alment móti muslimunum og LGBT.
 
Franklin Graham hevur nú stevnt eigarunum av FLyDSA Arena í Glasgow.
 
Franklin Graham, sum verður mettur at verða munandi meira víðgongdur enn eldra útgávan av pápa hansara "Billy Graham" og sum eisini ein íðin stuðul hjá amerikanska forsetanum “Trump”, skal hava sagt, at Islamska læran er “ónd” og er “ein krígs relgión”. Eisini skal hann hava sagt at satan stendur aftanfyri LGBT.
 
At leiðsslurnar í hallum kring Bretland nú fáa kaldar føtur og møguliga fara at nokta prædikumanninum atgongd hevur fingið nógvar kirkju og samkomuleiðarar at savna inn undirskriftir at mótmæla at talufrælsi á hendan hátt verður skert. Eisini parlametslimir hava víst sína misnøgd við avgerðina hjá leiðsluni í skotsku Arenaðini.
 
Mótmælisfólk gjørt vart við sína misnøgd uttanfyri Býráðshúsini í Glasgow.
 
Einar 3000 samkomur í Bretlandi samstarva um møtirøðina, sum eftir ætlan skal verða í heyst.
 

Sí hagtøl fyri haturskriminalitet her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sylvia fer eftir at fáa ES-stuðul til la…
Almen kvøldseta á Miðnámi á Kambsdali
Bigge heilsaði uppá Pernille Brandenborg
Myndarøð: Kvinnulands­liðið vitjaði Kjølb…
Marknaðardagur á Fossánesi
Jóla­trøini
Tvey bløð hjá Norð­lýsi­num til jóla
Birita tekur sæti á tingi
Dialysuviðgerð átti at verði sett á stov…
Anfinn í Toft: Her skulu vit øll tíma at…
Filmurin Missir í Havnar Bio leygar­dagin
Tí tók eg ikki av tilboðnum um borgarstj…
Nýggj ráðgeving undir ÍSF
Eystur­kommuna hevur skipað seg
Órímiligt at enn einaferð leggja eftir f…
Onki parkerings­hús hesa býráðssetuna
Mercedis: Hví skulu vit vera tænarar hjá…
A-Landsliðið hjá kvinnum venja í Klaksví…
John Høj 95 ár
Annika S. Biskopstø: Matpakkin skal í sø…