Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spekt: Vit vilja verða á staðnum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.03.2020 - 08:07 Myndarøð Tíðindi Vinna

Soleiðis søgdu leiðslupersonarnir í Spekt og tað var væl móttikið av teimum uppmøttu, til hugnaligu móttøkuna í nýggju snotunligu hølunum hjá løggildu grannskoðarafyritøkuni, sum nú eisini hevur Klaksvík sum adressu

Hølini vóru full av fólki til móttøkuna fríggjadagin seinnapart. Grannskoðarafyritøkan Spekt er komin til Klaksvíkar og tað verður Rói Herup Olsen, sum verður dagligur leiðari. Tað arbeiða fleiri klaksvíkingar í Spekt og fleiri teirra fara framyvir til arbeiðis á Stongunum. Spekt hevur leiga seg inni í bygningin hjá Pomek á Stangaskákinum 1. 

Rói tók orðið og takkaði fyri góðu uppmøtingina og segði at tey altíð eru fegin, at fáa fólk og fyritøkur á gátt. Rói gav orðið til Jóhannes Færø, sum er ein av trimum eigarunum av Spekt. Jóhannes var á heimavølli og tað sást at tann leiklutin kendi hann seg væl í. Hann segði at tey í Spekt leingi høvdu ynskt at latið upp skrivstovu í Klaksvík og nú var lagaliga løtin komin. Jóhannes segði at teir hava nógvar kundar í Klaksvík, eisini síðan Spekt yvirtók revisiónina frá Grannskoðan, sum er grannskoðaravirkið hjá Jóannes Skorheim. Jóhannes Færø takkaði Jóannes Skorheim fyri gott samstarv. 

Jóannes Skorheim tók síðani orðið og upplýsti, at Spekt hevði yvirtikið flestu av sínum kundum og hann fegnaðist um at Spekt nú hevði latið upp skrivstovu í Klaksvík. Jóannes hugleiddi um byrjanina hjá grannskoðarayrkinum í Føroyum í seksti- og sjeytiárunum. Tá vórðu tað Jógvan Sundstein, Carl Vilhelm Weihe og Pauli Ellefsen, ið stovnaði Spekt, sum vóru oddamenn. Jógvan Sundstein og Pauli Ellefsen gjørdust løgmenn og Jóannes Skorheim greiddi skemtiliga frá, at tað var in tá, at hava grannskoðarar á politisku listunum. Boð vórðu eisini eftir Jóannes, men tað gekk ikki líka væl hjá honum, sum hjá Sundstein og Ellefsen.

Okkara maður vitjaði við myndatólinum.

Norðlýsið ynskir Spekt vælkomin til Klaksvíkar

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-B68 spæla leygarkvøldið
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Áheitan frá áhugafelag­num Føroyingar fyr…
Føroya elsti unglingi fyllir 80
Tøkk
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…