Lýsing
Lýsing
Lýsing
Knúkur omanfyri Múla við útsikt á Viðareiði | Mynd: Pól Sundskarð

Michelin í Múla?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.03.2020 - 10:30 Leiðarin Mentan Vinna

Reiðaríið Christian í Grótinum er í fullari ferð at keypa seg inn í matstovu- og hotellbransjuna. Samstundis er mótstøðan ímóti matstovuni Koks í Tórshavnar Kommunu so hørð, at tvífalda og grønstjørnaða Michelin-matstovan reikar at kalla friðleys millum bygdir í Suðurstreymoy uttan at vera vælkomin nakrastaðni.

Fyri fáum árum síðani fór Varðin í Gøtu inn í byggibransjuna, og fyri stuttum keypti hann eisini ein íbúðarblokk í Havn. Og nú meldar stóra reiðaríið í Klaksvík seg á banan og ætlar at vera bæði ein rávøru-, ídnaðar- og tænastufyritøka. Ikki bara eigur Christian í Grótinum 20% í nýggja hotellinum í Klaksvík, fyritøkan hevur júst keypt 9% av Gist & Vist, og tað ljóðar líka vist, at Christian í Grótinum fer eftir at eiga 21% av samtakinum.

Gastronomiska plettskotið hjá Gist & Vist hevur rikið víða um heimskortinum. Eftir at matstovan flutti av Hotel Føroyum hevur hon verið í Salzburg í Eysturríki, Keypmannahavn, Kirkjubø og seinastu tíðina frammi við Gjónna í Leynum. Ætlanin var síðani at flyta til Syðradal (S), men tann ætlanin er komin uppá tvørs av ætlanunum um ein køst, ið skal liggja á sama stað.

Í skrivandi stund er ikki líkt til, at pláss er fyri bæði køsti og Koks á sama plássi, eins og ivi er reistur um, hvussu væl hesar báðar verkætlanirnar komplementera hvørja aðra. Mest sannlíkt er tí, at annar parturin má velja aðra staðseting. Spurningurin er tí, um nýggi partaeigarin ikki fer at bjóða Michelinmatstovuni til Norðoyggjar. Stutt hevði í øllum føri verið frá rávøru til borðisk.

At havt hana á nýggja hotellinum hjá sama alsektorfevnandi partaeigara er sjálvsagt tað mest virkisbúskaparligt upplagda, serliga tí til hevði borið at stokt fisk, ið var landaður eitt korter frammanundan. Hinvegin livir staðsetingin mitt í einum miðbýi neyvan reiðiliga upp til kravið til ráa og óspilta náttúruvakra umhvørvið, sum restin av Gist og Vist setir.

Tað skortar tó ikki uppá náttúruvøkur øki í Norðoyggjum, og skal tað vera landfast, er perlan norðantil á Borðoynni, Múla, framúr væl egnað. Umframt stavrímið er góð útsikt til bæði Norðhavið og Viðareiði, eins og rávøran er beint við dyrnar. Er tað hinvegin ikki so týðandi við tí landfasta, kann matstovan gera sær dælt av kombineraðu Kópakonu- og 007-brandingini av Kallsoynni og fáa innivist í Mikladali, hvørs navn ikki minnir sørt um Michelin.

Í Norðoyggjum er vandin fyri at verða rikin burtur av flugufiskarum og bóndum munandi minni enn í Streymoynni. Tey sum troyta kombikkstovnarnar í ánni við Avhaldshúsið í Mikladali skulu sjálvsagt spyrjast, men síggja ivaleyst møguleikarnar fyri at avseta sína rávøru til matstovuna. Og redaktiónini kunnugt eru í løtuni heldur ongar ætlanir um at annleggja nýggjar køstar í Norðoyggjum.

Í Kallsoynni er eisini ein Syðradalur, so um matstovan longu hevur fingið prentað síni menukort, er ikki neyðugt at lata nýggj gera.

Møguleikarnir eru mangir í Norðoyggjum, og í  øllum førum skal matstovan vera vælkomin í Norðoyggjum, skuldi tað víst seg, at Tórshavnar kommuna vendir tumlinum niður til staðsetingina við Fossdalsgjógv.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Manipuler­andi journalistikkur hjá NRK gr…
Við framskygni byggja vit land
Filip Ilic úr Mjølnir til Italia
Haldið islam av hundan og til úti úr Før…
Tak yvir høvdið fram um spekulatión
Team Klaksvík byrjar aftur leygar­dagin
Eru vit ov krevjandi?
Føroyar hava nú fast pláss í formansskap…
Eirikur: Fiski­vinnan hevur stóran týdnin…
Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu le…
Nýggjársrøða løgmans 2025
Storeldur í einum íbúðarblokki í Esbjerg
Heilsan frá Johannes Martin Olsen
Tøkk - Steinmund Klakstein
Gerhard Lognberg: Stríðið er vunnið
Røst súpan og undirhald í Roykstovuni
Smáu Føroyar vísa Stórabretl­andi vegin
Veðrið í kvøld - tað nýggjasta
Eirikur vitjar Norðlýsið
Nýggjársheilsan frá Evangelisku Røddini