Lýsing
Lýsing
Lýsing

Viðmerking til støðuna við koronasmittuni

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  08.03.2020 - 16:48 Ítrottur Tíðindi

KÍ hevur sent tíðindaskriv út í sambandi við avlýsing av 1. umfari í Betri Deildini hjá monnum.

KÍ skrivar soleiðis:

Klaksvíkar Ítróttarfelag stendur líka sum onnur feløg spyrjandi nú fyrsti dysturin av røttum skuldi spælast í dag.

FSF tók eina avgerð um at forbjóða áskoðarum at koma til dystin ímillum KÍ og B36. Hesa avgerð tók nevndin hjá KÍ ikki undir við av tí at vit ikki mettu at tað var besti mátin at fylgja tilmælinum frá heilsumynduleikunum uppá.

Um vit valdu at stongja portrini vóru vit vís í at fólk fóru at samlast kring hegnið uttan at vit kundu stýra fólkamongdini.

Vit skiltu at sporleikin á smittuni er mest umráðandi fyri at mynduleikarnir kunnu finna fram til møgulig smittaði.

Vit komu tí til tað niðurstøðu at deila vøllin upp í 4 sonur har allar í alt vera 500 fólk sum heilsumynduleikin tilmælir. Øll atgongumerki verða seld umvegis okkara netskipan har øll skulu upplýsa navn, eftirnavn, tlf nr. og teldupost. Við hesum uppskotinum kunnu vit skjótt og einfalt síggja hvør var í hvørjari sonu um nú onkur skuldi gjørst sjúkur.

Vit sendu FSF hesa ætlan men hoyrdu einki aftur uttan at umfarið var útsett.

Vit undrast á hvussu FSF hevur valt at handfara hesa støðuna uttan at tosa við feløgini, har vit saman kundu funnið eina loysn. Eingin ivi skal vera um at KÍ tekur koronasmittuna í stórsta álvara og vil til eina og hvørja tíð fylgja tilmælunum frá heilsumyndileikanum.

Vinarliga

Nevndin í Klaksvíkar Ítróttarfelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Álit um føroyskt heiðurstekin handað løg…
Norðoya øki minst arbeiðsloysi
Hevur tú nakað upp á hjarta – og hug at…
SST kapping á Viðareiði
Dystarfrásøgn: Meistaradeildin kvinnur K…
Jú, lægri bensinprísir hjálpa eisini ver…
Baldursbráð verður útbygd
Konsertrøð við sello og klaver
Virkið Vár: Hugleiðing og vakrir tónar í…
Virkið Vár: Ein glaður hundur er ein væl…
Virkið Vár: Ullakvøld í Spinnarínum
Myndarøð: KÍ kvinnur vunnu stórsigur á B…
Swim Open Tórshavn: Ægir átti besta svim…
Myndarøð: Hamskift KÍ-lið vann sannføran…
Herborg Torkilsdóttir á Summar Festival
Veðrið í vikuni
Bjørk Nolsøe Isaksen vunnið DM í flogból…
Borg keypir Sandavágs Timburhandil
Kvøldskúla­framsýningin sunnudagin
Upptakt: HB-KÍ