Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tíðirnar eru søguliga góðar, krøvini eru mong - stevið í samgonguni næstu fýra árini verður mest sannlíkt litað av arbeiðinum hjá Landsstýrinum við Gjógv um dagarnar | Mynd: tinganes.fo

Nú skal bæði táttast og játtast

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.03.2020 - 08:13 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Nú várar, og tá er vanligt at finna plenuklipparan fram. Tann 1. mars kom hálvárliga búskaparfrágreiðingin frá Búskaparráðnum, og nakrar vikur seinni koma fíggjarkarmarnir fyri 2021. Og samgongan hevur lovað bæði at tátta í og at játta meira.

Í hesum døgum situr Landsstýrið við Gjógv og viðger fíggjarkarmarnar saman við embætisfólkum. Fíggjarmálaráðharrin leggur eina við, at fíggjarlógin 2020 fyri tað mesta bert var ein framskriving, og at tað verður nú við fíggjarkørmunum, at politikkurin hjá ABH-samgonguni veruliga skal síggjast.

Mong hava eftirlýst hækkingina til pensionistar, sum serliga Fólkaflokkurin, men eisini Sambandsflokkurin, lovaði. Her slepst neyvan undan at seta eina hækking á, men neyvan verður hon tær fullar 2.000 kr. um mánaðin, sum Fólkaflokkurin lovaði. Her fer samgongan helst at vísa á, at Sambandsflokkurin bert lovaði 580 kr. um mánaðin, og so verður funnið eitt kompromis einastaðni ímillum.

Hækkingin uppá 15 milliónir til Tunlar Norður um Fjall fekk blandaða móttøku. Summi stórfegnaðust, tí nú var skjøtul endiliga settur á, meðan onnur vóru meira pessimistisk og hildu tað bert vera eina tátu. Bill Justinussen hevur sagt alment, at tann veruligi politikkurin hjá samgonguni tunlunum viðvíkjandi kemur við fíggjarkørmunum, so nú fáa vit at síggja.

Búskaparráðið kritiserar, at avlopið á fíggjarlógini er ov lítið. Tað gjørdi ráðið tó eisini, tá avlopini vóru fleiri ferðir størri, so tað er ikki lætt at vita, hvussu stórt eitt yvirskot eigur at vera sambært Búskaparráðnum. Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, er púra samdur í at yvirskotið er ov lítið, men hevur ein heilt annan heilivág enn Búskaparráðið. Har Búskaparráðið vil hava, at Landsstýrið krevur meira inn (ítøkiliga frá fiskivinnuni), vil fíggjarmálaráðharrin heldur minka útreiðslurnar.

Hvussu er og ikki, so kunnu báðir hættir brúkast til at røkka sama endamáli. Og tað er sera ósannlíkt, at samgongan, ið meir enn nakað annað varð vald inn fyri at rulla fiskivinnunýskipanina aftur, fer at krevja nógv meira inn frá vinnuni. Treyðugt so, so skulu tilfeingisgjøld áleggjast so ella so, so heilt undan fer vinnan ikki at sleppa. Her gita vit, at tilfeingisgjaldið ikki fer at verða so høgt sum Búskaparráðið kundi hugsað sær, meðan søla av fiskiloyvum fer at verða hart skattað. Her má tó mælast til varsemi, so man ikki heilt frátekur nýggjum aktørum møguleikan at keypa seg inn í vinnuna.

Tað verður tó ivaleyst á útreiðslusíðuni, at fíggjarmálaráðharrin fer at fara við plenuklipparanum. Hetta sóu vit longu tendensir til í fíggjarlógini 2020, og vit fara at síggja meira av tí. At sett nøvn á, hvørji serliga kunnu væntast at fáa spariknívin tænir ongum endamáli, tó so at vit vita, at Landsbankin hevur verið ein tornur í eyganum á fleiri í Fólkaflokkinum.

Eisini má nú koma ein avkláring uppá, hvat samgongan ætlar við Sjóvinnustýrinum í Vágum, tjóðleikhúsinum og Barnaheiminum. Tey hava øll trý staðið á “standby” leingi, og tað sama hava áðurnevndu Tunlar Norður um Fjall. Ein stór útreiðsla verður eisini innkomuvegir í sambandi við Eysturoyartunnilin, ið nærkast alsamt meira.

Tíðirnar eru søguliga góðar, og tá er tað altíð eyka torført fyri politikarar at fara út við spariknívinum. Tí verða fíggjarkarmarnir hetta eitt slag av próvtøku fyri stjórnina hjá Bárði Nielsen og Jørgeni Niclasen, har teir skulu prógva, at teir eisini megna at taka ópopulérar avgerðir. Og ongin ivast longur í, at fiskivinnan eisini fer at skula gjalda. Spurningurin er kanska ikki eingong hvussu nógv – har hava útmeldingarnar longu sagt at tað verður tað sama sum undir uppboðssøluni – men hvussu tað skal krevjast inn.

Komandi vikurnar skal samgongan sostatt leggja fíggjarligu kortini á borðið, og vit verða mong, sum fara at fylgja við í spenningi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…