Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skotar í øðini

SKRIVAÐ: Kári Thomsen  |  10.03.2020 - 11:59 Lesarabrøv Vinna

Íbúgvar á oynni Arran mótmæla ætlanini hjá Scottish Salmon Company / Bakkafrost at skipa eitt av stórstu alibrúkunum í Onglandi tætt upp at einum av mest virðismettu frítíðar- og náttúruøkunum við fjørðin Firth of Clyde. Ætlandi skal alibrúkið verða tætt við Lochranza á norðurendanum á oynni Arran, og í stødd tvífalt flestu alibrúk í Skotlandi.

Scottish Salmon Company hevur søkt býráðið fyri North Ayrshire um loyvi at leggja 20 aliringar í økið í vídd góðar 97.000m2 og góðar 200 metrar ur landi.

Ìbúgvar á Arran mótmæla og hava skipað mótmælisgongur, og vilja ikki góðtaka stóru nøgdirnar av skarni ájavnt við ein bý við 66.000 íbúgvum, ið uttan septiktanga ella reinsiverk lata alla sína skræpu beint út í fjørðin, næst at ultraljóð skal leggjast í fjørðin at styggja kóp og springara burtur, og at høgt metta náttúran vil verða fyri vanbýtið.

Alibrúk í ætlaðu stødd eru sjáldsom við skotslu strendurnar har bert 26 av 217 alibrúkum eru í slíkari stød og við loyvi at ala upp til 2,500 tons um árið. Hesum tekur Bakkafrost ikki so álvarsamt og boðar frá, at brúkið við Millstone Point verður í tveimum hópum – tó at hesir liggja síð um síð.

Robert Cumming, fyrrverandi lækni i Lochranza, ið hevur mótmælt aliætlanini hjá Bakkafrost, sigur í samrøðu við The Guardian, at íbúgvar á oynni eru í øðini, og ikki vilja góðtaka at fáa kroyst slíka ætlan yvir seg vegna peningalig áhugamál, og uttan at lokalsamfelagið hevur minsta gagn av ætlanin, men missur eitt avbera vakurt og óspilt náttúruøki, ið ynskt verður vart til komandi ættarlið.

Býráðið í North Ayrshire skal viðgera aliumsóknina og kemur innan leingi við einari niðurstøðu. 243 mótmæli eru løgd in til býráðið og eisini hevur friðingarnevndin hjá skotsku stjórnini, Scottish Natural Heritage, lagt inn eitt formligt mótmæli. Nevndin sigur ætlanina verða eina hóttan móti villa laksinum í gýtur í ánni River Endrick, ið eisini er lýst friðað sum serstakt og vart náttúruøki.

Skotski havgranskingarstovnurin, Marine Scotland Science, hevur reist ivamál tí ætlaða alibrúk er ov tætt við sjúkufyribyrgjandi øki, og er brot á reglurnar fyri hav- og sjóplanlegging. Eisini sigur granskingarstovnurin seg ivast í sjálvvirkandi tøknini hjá Bakkafrost at taka upp deyðan alilaks, tí henda tøkni ikki er sædd ella brúkt áður í Skotlandi.

Bakkafrost býður seg fram við 10 nýggjum arbeiðsplássum í økinum – (kendur taktikkur her í landinum) – og at innkeyp og vørur verða handlaðar lokalt við góðum 10 mill.kr.

Heldur ófrættakent sigur the Guardian frá, at Bakkafrost ikki vildi gera samrøðu, men boðaði frá, at fleiri av umhvørvis ivamálunum vóru umrødd í aliumsóknini. Talsmaður hjá Bakkafrost fekst tó at siga, at ”umhvørvismál og fiskaheilsa eru grundleggjandi mál - just sum ávísa aliøki og valið er ein álvarsom tilgongd.” Víðari segði umboðið hjá Bakkafrost, at ”aliætlanin er skipað við fyrilitum at tryggja at umhvørvisárin verða so smá sum til ber, og við innovativari tøkni og góðum stýringsamboðum at røkka besta virkishátt. Vi slíkum atlitum hava eingi árin verið at sæð á náttúru og umhvørvið”.....Her hugsar umboð Bakkafrost´s nokk um hvussu væl stendur til við hundratúsundtals deyum og sjúkum alilaksi í føroyskum áum og vøtnum, og at villur laksur so at siga er horvin kring oyggjarnar.

 

Paul Chandler, formaður fyri havumhvørvisverndarfelagið Coast, mótmælti fleiri av uppáhaldum Bakkafrost´s . M.a. segði hann at tey 10 nýggju størvini ikki vildu koma frá oynni, men vóru størv har alivinnan longu er virkin. Eisisni vísti hann á, at Milestone Point var í norður endanum av Arran og friðhalgað náttúra, ið var sjónlig frá strandaøkinum har túsundatals ferðafólk vitjað á hvørjum ári, og at hetta varð klárt brot og ágangur á teirra menningarætlan fyri náttúru- og umhvørvisvernd.

Eisini vísti Paul Chandler á, at ætlaðu 32 órógvandi ljótól, ið skuldu setast niður við aliringarnar, ikki vóri í samsvar við lógliga vard djór sum kóp og springara, ið vóru av tídningi fyri vistfrøði-ferðavinnuna á Arran.
Samumtikið segði Paul Chandler, at aliætlanin hjá Bakkafrost gav greiðar orsøkir at nokta hesum í einum náttúruvardum øki, við ikki brúkiligari menningarætlan og á einum skeivum stað. Úrslitið verður ljóðdálking, sjónlig dálking og ítøkilig dálking á náttúru og umhvørvið.

https://www.theguardian.com/environment/2019/dec/31/protest-plans-salmon-farm-lochranza-arran

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…