Lýsing
Lýsing
Lýsing
Løgmaður á tíðindafundi fyrrapartin í Tinganesi | Mynd: Álvur Haraldsen, in.fo

Stong Føroyar, harra løgmaður!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.03.2020 - 11:25 Leiðarin

Grækarismessudag kom løgmaður endiliga á banan og setti nøkur tiltøk í verk ímóti Corona-heimsfarsóttini. Og lat tað vera sagt beinanvegin, at øll tey tiltøkini vóru sera skilagóð. Men tað mest effektiva tiltakið brillieraði við síni fráveru – nevniliga at steingja portini til Føroyar.

Føroyar liggja sera sárbærar úti í Atlantshavinum. Vit kunnu ikki seta okkum í bilin og flýggja av landinum, um tað gongur heilt galið. Av tí sama mugu vit eisini taka serlig fyrivarni. Privata, ið øllum førum partvíst privata, Smyril Line tók sakina í allar hendur og boðaði frá, at farmaflutningurin heldur fram, men ferðafólkaflutningurin verður sterkt avmarkaður. Og Tórshavnar Kommuna letur eisini sínar havnir aftur fyri ferðamannaskipum.

Eisini síggja vit at fótbóltssambandið í samráði við feløgini taka neyðug stig. Politisk feløg avlýsa tiltøk, eldratilhald steðga, kommunur lata dagstovar aftur og í sera stóran mun tykjast felagsskapir, tað privata og tað kommunala at sýna stóra samfelagsábyrgd og seta tiltøk í verk, sum eru proportional við tað álvarsemið, støðan krevur.

Her manglar Landsstýrið. Tað er sjálvandi eitt sera stórt inntriv at lukka “lívæðrina” til Danmarkar, men spurningurin er, um tað ikki er neyðugt. Danmark er nærmast í undantaksstøðu og lýsir reytt eins og Kina, Iran, Italia og Frakland á kortunum hjá fleiri øðrum londum.

Farma- og vøruflutningur, eins og bráðfeingis sjúkraflutningur má og skal sjálvandi halda fram, annars fáa vit størri trupulleikar enn av Corona. Men ferðafólkaflutningur eigur í størst møguligan mun at steðga, so vit fáa fyribyrgt smittuni so væl sum gjørligt. Hetta kemur at kosta, ja, men tað kann lætt kosta meira at lata vera. Sleppur smittan at herja í Føroyum, eru vit prísgivin.

Tað er bæði rætt og gott, sum Landsstýrið hevur gjørt higartil, men har er ov lítið av tí. At lata skúlarnar og almennu arbeiðsplássini, sum ikki røkja kritiskar funktiónir, er skilagott. Men tað tykist sum um løgmaður melur um heitan greyt við ikki at taka tær ópopuléru avgerðirnar, sum tað er at steingja flogvøllin og havnirnar fyri ferðafólkum.

Tað høvdu verið tey fægstu, sum søgdu løgmann ringan fyri at avlýst flogruturnar til Føroya. Tey allar-, allarflestu høvdu skilt tað. Vit síggja støðuna í Italia og í Danmark, har tey eru um at missa tamarhaldið. Enn hava vit í Føroyum tamarhaldið, men spurningurin er hvussu leingi vit hava tað, um vit ikki handla. Her eiga vit at gagnnýta momentum og brúka tamarhaldið, meðan vit framvegis kunnu!

Støðan er akutt, og krevur tí akutta handling. Men her hevur Landsstýrið ikki handlað akutt. Tiltøkini við skúlastongsli v.m. fær ikki virknað fyrrenn mánadagin 16. mars, og áðrenn tað kann nógv henda. Summir útbúgvingarstovnar, eitt nú Fróðskaparsetrið, tóku sakina í egnar hendur og lótu aftur beinanvegin, t.e. hósdagin og fríggjadagin 12.-13. mars.

Í mangar mátar síggja vit eitt samfelag, ið handlar skjótari enn Landsstýrið. Tað privata, í fleiri førum tað kommunala, og enntá stovnar undir sama landsstýri, eru longri frammi í skónum enn landsmyndugleikin, tá tað kemur til fyribyrging av smittuvanda, og tað er álvaratos ikki nóg gott!

Í morgin er tað kanska ov seint, so handla nú, harra løgmaður!

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni