Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Niels Uni Dam

Grannahjálp – eitt munadygt átak

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.03.2020 - 20:03 Mentan Tíðindi

Klaksvíkingurin Jóhannes Miðskarð hevur byrjað ein trend, sum nú breiðir seg um alt landið, har grannaløg taka virtuelt lógvatak og veita hvørjum øðrum eina virtuella hjálpandi hond. Hetta er serliga ætlað teimum, sum eru sett í sóttarhald ella eru farin í sjálvboðið sóttarhald vegna Covid-19-smittuna.

Í stuttum snýr tað seg um forum á Facebook, har grannar í grannaløgum gerast limir, og so verður skrivað í bólkin, um onkrum tørvar okkurt. Í Klaksvík er bólkur gjørdur, sum í skrivandi løtu hevur 1.240 limir. Spyrjast kann um alt, men sum dømi kann nevnast, at ein sum er settur í sóttarhald heitir á ein í grannalagnum um at gera eitthvørt ørindi fyri seg, til dømis ganga túr við hundinum ella fer til handils.

Tað hevur sínar avmarkingar at sita í sóttarhaldi, og har sum Grannahjálp er komin upp at koyra, tykjast øll taka væl ímóti henni. Sjálvandi skal man vísa varsemi, og tá eitt nú skal keypast inn, verða vørurnar stillaðar uttanfyri hjá tí, ið skal hava tær, og so avtala grannin og tann í sóttarhaldi sínámillum, hvussu farast skal fram við gjalding.

Á bólkunum útveksla liminir telefonnummur og teldupostbústaðir, og síðani verður hjálpt til eftir førimuni.

Higartil eru 4 bólkar upprættaðir, ein fyri Tórshavn-Argir-Hoyvík, ein fyri Vágar, ein fyri Klaksvík og ein fyri Fuglafjørð íroknað Kambsdal. Allir bólkarnir hava sama logo, ið Niels Uni Dam hevur sniðgivið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
G19: Mjølnir er føroyameistari
Tíðartekn­ini - Páll Poulsen í Betesda su…
FM verður avgjørt í morgin!
Vit mugu víðari!
KÍ vann greiðan sigur í stórsteypadystin…
Ger tað møguligt hjá ungum at keypa sítt…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Stjørnan tekur ímóti VÍF í morgin
Orka framyvir — trygd, prísur og grøn fr…
Virðið pensjónistar – hjálpið kvøldskúla…
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Lýsing