Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Velja at steðga á ella noyðast at steðga upp

SKRIVAÐ: Signhild Johannesen  |  15.03.2020 - 19:14 Lesarabrøv Tíðindi

Júst sum føstan er hjá okkum, er Corona komin inn yvir okkum.

Føstan er ein tíð, sum skal fyrireika okkum til nakað størri. Fáa okkum at leggja nakað frá okkum fyri at geva pláss fyri størri og meira týðandi tingum. Hetta so vit verða mint á, hvat veruliga hevur týdning. Hvat stendur eftir, tá alt annað fellur frá. Ikki tað materialistiska, ikki tað tímiliga, men eg og tú, vit eina. Føstan býður okkum at steðga á og geva gætur um, hvat hevur týdning.

Corona er ein ókend hóttan. Nakað, sum hevur fingið allan heimin at steðga upp. Eisini her fara vit at hugsa, hvat hevur týdning fyri meg, fyri onnur, fyri alt samfelagið. Vit kenna ikki avleiðingarnar av tí, sum fer fram runt um allan heimin í dag. Tað ókenda ger okkum ótrygg. Vit kenna heldur ikki okkum sjálvi í slíkum støðum. Hvussu reagera vit? Og hvussu handla vit í ótryggleika? Nú um dagarnar verða vit noydd at steðga upp.                  

Hvat kann eg sum menniskja standa inn fyri, og hvat kann eg liva við? Fara væl við øðrum, fara væl við náttúruni og fara væl við mær sjálvari? Hetta er alt viðvirkandi til eitt gott lív. Eitt lív, sum gevur okkum eina betri samvitsku. Men vit megna ikki alt. Eftir føstu kemur páskahátíðin, og eftir føstu kemur várið. Várið og páskirnar bera boð um lív. Lívið, sum skal livast við sjálvsábyrgd, virðing og áliti á tann Gud, ið øllum valdar.

 

Sum blómur allar fríðka jørð,

sum líðir grønkast, grasið grør,

tá lýkkan kemur blíða,

so blómar alt við Jesus Krist

til fólkagagns og gróðurs vist

nú, og sum tíðir líða.

 

Vit eru skapað til og fyri hvørt annað, og nú skulu vit í eina tíð gera júst tað øvuta. Hetta megna vit eisini í vónini um, at tað verður betri. Klaksvíkingar, og føroyingar allir, duga um nakað at standa saman, hava samhuga og hjálpa, har tað er neyðugt.

Tað er nú, vit skulu standa saman, hvør sær.

Við ynskjum um alt tað besta

Signhild Johannesen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Café Fríða fer at reka Biskupsstøðgarðin
Árliga fiski­kappingin í Norð­oyggjum verð…
Leggja lok á Eystan Garð
Líðhamar rokast á Føroya Banka
Møti og takkarløta fyri heystið
Nakkur hevði góð 5.300 pund
Konfirmantar heystið 2025
Gevst í KÍ við fýra FM í fimm ár
Er bilurin klárur til veturin?
Mimmy vitjar Norðlýsið
Góða heystfrí
Vín og føroyskur matur í søguríka Biskup…
Dansivetu­rin byrjar
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Friður á pallinum: Nú er Selsdon klárur
Miðnám á Kambsdali: Almenn móttøka 20. o…
Føroyingar fyri friði fegnast um friðara…
Nýggjur KÍ sangur
Aftur tepurt tap
Klaksvíkar Rotary Klubbi: Vinnarin funni…
Lýsing