Lýsing

J'accuse

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen  |  20.03.2020 - 13:03 Politikkur Tíðindaskriv

Heimasíðan www.industry.fo skrivar í gjár undir almennum tíðindum, at Tórshavnar kommuna sýnir rættan hugburð. Sum skilst snýr hesin hugburðurin seg um, at høvuðsstaðarkommunan, í mun til ráðandi hugburðin frammanundan, kann ætlast, nú fer undir at gjalda allar rokningar beinanvegin, fyri at betra um gjaldføri hjá vinnufyritøkum. Hartil fer hendan, av arbeiðsgevarafelagnum favoriseraða og snákaða kommunan, eisini at skunda undir ymisk arbeiði, sum kunnu halda samfelagshjólunum malandi.

Í somu tíðindagrein verður meitlað í stein : « Vinnuhúsið fegnast um hesi átøk, og vónar samstundis at aðrar kommunur og stovnar undir landinum fáa íblátur til líknandi átøk, tá kommunurnar og stovnar undir landinum hava ein avgerandi leiklut í so vítt møguligt at halda búskapin koyrandi, nú fyritøkur og starvsfólk teirra eru hart rakt av tiltøkunum at basa COVID-19. » Lagt verður afturat : « Tað er tryggjandi, at Tórshavnar kommuna tekur støðuna í álvara og eftirspyr tænastur úr vinnuni. »

 

Hví Vinnuhúsið og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava kent seg kallað til hendan sjáldsama dómaraleiklutin, veit kanska onkur, men boðini eru greið : « Vinnuhúsið fegnast um hesi átøk, og vónar samstundis at aðrar kommunur og stovnar undir landinum fáa íblátur til líknandi átøk.... » Hvør skal siga, Tórshavnar kommuna gongur av álvara undan, táið tað snýr seg um at gjalda rokningar og í átakinum at skunda undir ymisk arbeiði, sum kunnu halda samfelagshjólunum malandi.

 

Kann ætla at 28 av 29 kommunum standa spyrjandi eftir hesa óhóskandi reprimanduna frá teimum, sum manna vinnulívsins Parnassos. Ákærd eiga hinvegin rættin at verja seg í einum demokratiskum samfelag, og ongin skal ivast í, at Runavíkar kommuna tekur hóttanina í hesum døgum í ramasta álvara. Vit hava gjørt alt tað sum er gjørligt, fyri at lokalsamfelagið ikki skeiklast meiri enn neyðugt í hesum ófrættatíðum. Higartil hevur tað eydnast á einari leið, men hvat næstu dagarnir og næsta vikan bera við sær, tað vita vit líka so lítið um, sum onkur annar. Vinnuhúsið leggur eftir øllum kommununum uttanfyri høvuðsstaðin í tveimum brotum, sum fyri okkara viðkomandi eiga aftursvar uppiborið.

 

1.     Tórshavnar kommuna fer nú at gjalda allar rokningar beinanvegin, fyri at betra um gjaldføri hjá vinnufyritøkum.

 

Mannagongdin viðvíkjandi borgan av rokningum í Runavíkar kommunu er soleiðis skipað :

 

·      Rokningin kemur inn til Bókhaldið (alra oftast talgild).

·      Rokningin verður skrásett og send ábyrgdarpersóni til váttingar (talgilt).

·      Váttaða rokningin kemur aftur til Bókhaldið.

·      Bókhaldið rakstrarførir og rindar rokningina.

 

Vanliga verða gjaldingar gjørdar annanhvønn dag og í øllum førum tvær ferðir um vikuna.

 

Tann 10. í hvørjum mánaða skulu allir váttarar/ábyrgdarpersónar hava avgreitt allar rokningar fyri undanfarna mánaða.

 

Undantak frá hesum kann bert vera, um ivi ella ósemja (t.d. um veiting ella upphædd) er um rokningina.

 

Tað verður trupult at gera tað smidligari og skjótari, og ongin áheitan er komin til kommununa um at skipa hesi viðurskifti øðrvísi, heldur ikki í hesum korona-tíðum.

 

2.     Tórshavnar kommuna fer at skunda undir ymisk arbeiði, sum kunnu halda samfelagshjólunum malandi.

 

Runavíkar kommuna hevur í nógv ár roynt at hildið aftur í rakstrinum, fyri at íløgupuljan kann haldast á einum so trivaligum støði sum gjørligt. Íløgurnar eru motorurin í einum kommunubúskapi, táið tað ræður um at flyta staðbundna samfelagið inn í framtíðina.

 

Runavíkar kommuna ger fyrst og fremst íløgur til og fyri sínar borgarar. Í teir fasilitetir, ið tað til eina og hvørja tíð sitandi býráð heldur vera skilagóðar, sum uppaftur betri skipaðar karmar um samfelag okkara. At tað um somu leið er til gagns fyri vinnuna í økinum, og sum heild, ja, tað fegnast vit sjálvandi um, so segði hann: ”Hvør av øðrum liva má.”

 

Hesi seinastu árini hevur ovurhitingin á arbeiðsmarknaðinum kortini verið atvoldin til, at vit ikki hava megnað at brúkt alt fæið, sum hevur verið skipað í løgur. T.d. lógu áleið 10% av íløgufænum eftir í 2019, av tí einfaldu orsøk, at orkan í samfelagnum ikki var tøk, at fáa ætlaðu íløgurnar framdar í verki.

 

Saman við Vinnuhúsinum og teimum, sum eiga fæ til góðar hjá høvuðsstaðarkommununi, fegnast vit sjálvandi um, at hendan (TK) nú fer at taka betri partar fyri seg í borganarmálum. Í okkara føri eru mannagongdirnar so stringent lagdar, at tær fáast valla at virka betri enn tað sama. Viðvíkjandi arbeiðstøkum halda vit okkum til tær politiskt játtaðu heimildarnir í fíggjarætlanini 2020.

 

Í trongdartíðum er tørvur á skilvísari stýring og ikki politiskum stuntum fyri eginvinning – verk gjørd í gjøðingi - ávirkað av einum skjótt nærkandi valdegi. Vit fara eisini at frábiðja okkum fleiri ákoyringar og ákærur frá Vinnuhúsinum, tað vera ikki Marita og hennara fólk sum fara at gera av, hvat ið er rangt ella rætt í Runavíkar kommunu – tann lutin eigur borgarin og bara borgarin – longu 10. november í ár.

 

Tórbjørn Jacobsen,

borgarstjóri.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lívið er ein lítil løta
Kanska onkur syngur við og onkur murrar
Konsertin við James Blunt er flutt
Ískoyti til kjaki um Svínoynna
Keðiligt at vit ikki kunnu hittast
Paulus, Korona, fjarstøða og páskir – ei…
Fólka­kirkjan fram til 10. mai 2020
Seinasta samdøgrið er eingin staðfestur…
Skúlin verður liðugur áðrenn summarfríti…
Skírishósdagur - andakt
Klakkur á veg yvir til Eystur­grønlands
Korona hevur ávirka okkum nógv
Koronatiltøk­ini í Almanna­verki­num linka…
Ingibjørg tulkar Janus Djurhuus
10. hvør føroyingur er nú kannaður
Eingin persónur staðfestur smittaður sei…
Korona-vegleiðing ávegis
Eiðis kommuna skipar fyri netbingo
Tøk lestrarpláss
Liviligar loysnir í avmarkingunum