Pápi mín - eitt hundrað ára minni
Í dag, hendan alvakra várdag, eru tað júst hundrað ár síðani at pápi mín Eli Nolsøe varð føddur suðuri í Vági.
Familjan flutti undir fyrra heimsbardaga av Tvøroyri og suður til Vágs, tí at abbi mín skuldi taka við sum bedingsmeistari. Slupptíðin var í hæddini og Suðuroyggin var fleiri bátslongdir fremst í Føroyum. Tørvurin á nýggjum bedingum var skilliga stórur, og tá Niels í Puntabyrgi, sum arbeiddi fyri Mortensensmenninar sum bedingsmeistari á Tvøroyri, varð spurdur um hann vildi átaka sær uppgávuna suðuri í Vági, játtaði hann.
Um hann tók familjuna og kúnna og fór til gongu suður, ella familjan varð skjútsað suður, veit eg ikki. Men tey komu fram, festu búgv og bygdu land.
Niels Christian abbi var sonur Djóna langabba, sum doyði ungur frá konuni Marini Mariu Smith og fýra børnum.
Langabbin var sonur Jógvan Nolsøe, sum saman við konu síni Siggu Margrethu, livdi eitt langt og gott lív á Tvøroyri og fingu tey átta børn.
Jógvan var sonur næstelsta beiggja NólsoyarPálls, Djóna. Djóni búði alla sína ævi úti í Nólsoy sum haldbóndi og handverkari. Yngsti beiggi hansara var sum kunnugt handilsforvaltarin Jákup Nolsøe. Í 1836 varð kongaligi einahandilin víðkaður við einum úthandli á Tvøroyri. Tað má hava verið tá, at handilsforvaltarin hevur biðið Jógvan, bróðursonin, um at fara suður at arbeiða í nýggja úthandlinum.
Hann so gjørdi, og meðan Nolsøe ættin tók at minka úti í Nólsoy, fjølgaðist hon í Suðuri, og eini 90 ár eftir at Jógvan kom suður, varð pápi mín føddur.
Eins og vit í dag eru vaknað við kaldan dreym til eina undarliga og ófrættakenda tíð í stríðnum móti Korona virusini, varð pápi mín føddur, tá tann herviliga Spanska sjúka so smátt hasaði av í Føroyum. Eg veit ikki í hvønn mun tey vórðu ávirkað av sjúkuni, men øll tey 10 børnini hjá Niels Christiani og Katrinu í Puntabyrgi komu væl undan.
Ein øld er farin aftur um bak og ongantíð fyrr hevur útviklingurin gingið so skjótt. Broytingarnar seinastu 100 árini eru næstan ikki til at fata. Tað ber til at siga, at pápi mín var føddur við byrjanina á tí mekanisku kollveltingartíðini, og doyði tá talgilda kollveltingin tók dik á seg.
Í hansara tíð kom ravmagni, bilurin, flogfari, línuskipini, motormegin, radio, plátan, ungdómsuppreisturin, radarin, seinni heimsbardagi, Sameindu Tjóðir, Vietnamkríggið, kalda kríggið, atombumban, penisillini, vælferðarsamfelagið og Neil Armstrong uppi á mánanum.
Hetta merkti at heimurin politiskt og hernaðarliga fór í tvey millum USA og Sovjet, samstundis sum framleiðsluorkan og seinni vøruúrvalið og harvið vælferðin øktust við øðiligari ferð.
Beint áðrenn hansara tíð vóru hjólbøran, klyvjarossi og spakin álitið, og tá kundi man vera nøgdur, um ein fekk mettuna.
Vit eftirkomararnir hava upplivað ta ovurmiklu talgildu menning, sum hevur ført til internetið, sosialu miðlarnar, mikrokippi, robottøknina og hvat veit eg.
Ilt er at vita hvat tey gomlu høvdu sagt til at stórur partur av okkara lívi er endaður inni á feysbukk, um tey vistu aftur til sín í dag. Hvat mamma hevði sagt veit eg ikki. Men hon tendraði ongantíð eina teldu í sínum lívi.
Pápi mín var annars føddur sama ár sum tann fyrsti vegurin millum bygdir var gjørdur í Føroyum. Tað var millum Skopun og Sand.
Hann sá dagsins ljós einans fimm ár eftir, at konufólk fingu valrætt í Føroyum.
Hetta var um sama mundi sum amerikanarar valdu at seta fullkomiligt bann móti allari nýtslu av alkoholi, og skipaða brotsmannatíðin tók dik á seg.
Lenin ráddi fyri borgum Sovjetsamveldsins og Jens Lisberg teknaði Merkið. Jens var ein av fleiri, sum fall fyri Sponsku sjúkuni í Føroyum tann 31. august í 1920.
Tað var eisini tá, at føroyska málið fyri fyrstu ferð varð loyvt í skúlunum, men, men - bert sum hjálpiamboð í frálæruni millum teir yngstu næmingarnar.
Hvør minnist í dag, at tað var Woodrow Wilson, sum var forseti í USA í 1920 og at tað var hann, sum setti amerikanska tjóðbankan á stovn?
Annars hevði Christian 10. kongur á áttanda ári siti á trúnni í Danmark í 1920. Sum kunnugt var hann abbasonur evropeiska verfaðirin Christian 9., sum vitjaði í Føroyum í 1874. Tað var vist fyrstu ferð at nakar kongur hevði vitjað í Føroyum.
Christian kongur legði at Kongabrúnni, sum var bygd til sama høvi, og tá sóknarstýrisformaðurin Andreas Christian Lutzen skuldi halda talu fyri kongi, small hann brádliga um og doyði.
Hesin Andreas Christian Lutzen var pápi Nickels Lutzen, sum faktorurin við handilin úti í Klaksvík hevði tikið við sær norður til Klaksvíkar í 1856. Seinni giftist Nickels við Sigrid Mariu Winther, sum var fastur abba mín Mouritz Winther. Seinni giftist Mouritz í fyrru giftu við dóttrina í húsinum og systkinabarninum Sonnu Lutzen. Jú, ættartræðrirnir kunnu renna tættir í einum lítlum samfelagi sum okkara.
Sama ár sum pápi mín kom í heimin gingu 33 menn burtur við tveimum sluppum úr heimbygdini Vági. Slíkt kann vera ómakaleyst at staðfesta í dag, men í 1920 man sorgarleikurin hava verið ósigandi.
Tað búðu 20.000 føroyingar í Føroyum tá og tann 20. mars í 1920 sá pápi mín so fyri fyrstu ferð dagsins ljós.
Í dag liva so at siga eingi vitni frá tí tíðini og vit kunnu slett ikki ímynda okkum tíðina og umstøðurnar tá. Men vit føroyingar standa á herðunum á teimum sum undan gingu og tað hava vit gjørt í øldir.
Hann var yngstur av 10 systkjum, so tey gomlu hildu, at hann skuldi nema sær eina bókliga útbúgving. Teir eldru beiggjarnir vóru arbeiðsmenn og handverkarar. Tann eina systurin flutti av landinum og giftist í Danmark. Hin systurin giftist í Vági.
Tað endaði so við at lítlibeiggin undir seinna heimsbardaga fór til Havnar á studentaskúlan. Liðugt útbúgvin fekk hann starv hjá sýslumanninum í Klaksvík, og tað kom at innsigla hansara framtíð, tí her norðuri møtti hann kvinnuni í sínum lívi, mammu mínari.
Upprunaliga ætlaði pápi mín altíð at gerast djóralækni, men tað var ikki hugsingur um at fara nakran veg av landinum, har hendan útbúgving kundi takast, tí heimurin allur lá í einum vitleysum og oyðandi kríggi.
Í staðin bleiv tað mamma mín, Víkarnar og Klaksvík.
Eftir eina tíð hjá sýslumanninum fekk hann í boði eitt starv yviri á kontórinum hjá Kjølbro. Treytirnar vóru góðar, hann tók av og var har tey næstu 20 árini.
Í 1948 bygdu tey í Víkunum á trøðni omanfyri Hvíthús, sum Mouritz abbi átti. Otto farbróður var nógv her norðuri og hjálpti lítlabeiggjanum við at innrætta nýggju húsini. Teir báðir beiggjarnir vóru sera væl, vóru alvinir alt lívið. Fríðrikkur hjá Mathildu fortaldi mær, at tað nógva av snikkaraarbeiðinum uppi á loftinum hjá okkum varð gjørt av Otto, sum var úrmælingur sum snikkari, og tann dagin í dag prýðir hansara handverk sum fyrsta dagin.
Í 1970 fekk pápi mín sín politiska kjans. Sambandsflokkurin hevði ligið í andaleypi her norðuri síðani Óli í Skúla ikki lat seg stilla uppaftur miðskeiðis í fimti árunum.
Eg minnist væl tað kvøldið tá hann kom heim og segði við mammu, at hann hevði gjørt av at stilla upp fyri sambandsflokkin til løgtingsvalið í 1970. Eg skilti ikki ordiliga hvat tað gekk út uppá, men mamma var ikki glað og var als ikki samd. Kanska klaksvíksstríðið stóð henni fekst í minninum sum ein tíð, har man als ikki stakk nøsina fram um nakað sum helst og gjørdi seg óneyðugt eyðsýndan. Kanska tað.
Men gamli stóð við sítt og gjørdist toppskorari á sambandslistanum við 95 persónligum atkvøðum!
Tað má sigast at vera væl klárað. Hann var uttanbíggjarmaður og hevði ikki verið aktivur undir klaksvíksstríðinum og tað kundi viðhvørt merkjast sum eitt til tíðir óunniligt huglag upp til endan av trýss árunum.
Hinir á sambandslistanum vóru Sámal hjá Barbu, Jústinus í Hvannasundi og Andras Miðskarð. Tilsamans fingu hesir fýra menn 252 atkvøður. Sambandsflokkurin var ikki tað stóra hittið her norðuri tá, og tað vóru Hákun Djurhuus, Poul Jacob Olsen og Finnbogi Ísakson, sum vóru teir stóru atkvøðuslúkarnir.
Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin skipaðu landsstýri og tað endaði við, at pápi mín varð valdur til landsstýrismann í fiskivinnumálum. Eg var farin til songar tá tíðindini bórust og sera tungur í huga visti eg, at tað merkti at vit skuldi flyta til Havnar. Tað var ikki gott. Men, tá visti eg ikki av, at tíðin í Havnini kom at kikkstarta tónleikin og telvingina í mínari familju. Tað havi eg verið sera glaður fyri síðani tá.
Stórar broytingar vóru tá við at taka seg upp við tað, at strandarlond løgdu stórar sjóvíddir undir seg. Skjótt vórðu øll fiskimørk flutt út og tað gjørdist sera umráðandi at kunna skjalprógva søgulig rættindi, og við truplum altjóða samráðingum at uppnáa hesi somu. Eg
haldi, at pápi mín í hesum politiska meldri, framdi eitt dygdarverk sum landsstýrismaður og tryggjaði landi okkara hesi rættindi av røttum.
Í 1978 var pápi mín so valdur á ting og sat har til alt broyttist í 1984.
Um tingarbeiðið eri eg samdur við ‘Poul’, sum í Dimmalætting tann 19. mars í 1985 skrivar: ‘Sum tingmaður hevur Eli Nolsøe meira enn nakar annar verið norðoyingum hollur og íðin at tala fyri søkum teirra ymsar vegir.’ Og hann heldur fram: ‘.. Eli hevur verið heitur talsmaður til tess at náa bestu úrslit, og stóð óvikandi tá fíggjarlógar viðgerðirnar vóru fyri á tingi fyri at fáa neyðugu upphæddirnar til tær ymsu ætlanirnar at halda.. Høvuðsmálini sum Eli stríddist fyri vóru, at smærru útoyggjarnar við serstaka ringum atløguviðurskiftum fingu umstøðurnar bøttar við tyrluflúgving, at fáa fast samband um Haraldssund og at vegurin til Múla fór í gerð, umframt mong, mong onnur mál.’
Í 1984 endaði politiska leiðin mitt í valstríðnum. Ein álvarsligur blóðtøppur rakti hjarta og bert eitt skjótt útkall og tað lokala sjúkrahúsið bjargaðu honum. Hann kom tó fyri seg og fekk 12 góð ár eftir tað.
Tað seinasta árið hann sat á tingi, kom fyrsta plátan sum Eyðun bróður, Steintór og eg góvu út sum Frændir. Ja, sum Frændir! Inntil Jóan Hendrik Winther Poulsen greiddi okkum frá, at navnið bendist sum bóndi, sum í fleirtali er: bøndur, bøndur, bóndum, bónda. Soleiðis fingu vit navnið uppá pláss: Frændur.
Tá tað kom til teir nýggju sangirnar var gamli okkum ein góður viðmerkjari. Hann tosaði um, at summir av sangunum manglaðu moral, men at løgini vóru sera góð. Tað hevði týdning fyri okkum, at hann sá tekstirnar og segði sína meining. Hann var jú stinnur málmaður og eigur sína orsøk til, at vit altíð hava lagt stóran dent á at gera góðar og vælskrivaðar tekstir. Sum altíð, tá man hevur eitt gott forhold til pápan, so er tað ikki frítt fyri, at vit onkuntíð fiskaðu eftir onkrari reaktión frá honum, sum vit sóu tað humoristiska í. Hann umboðaði jú eina tíð áðrenn Beatles og sjálvt Elvis Presley. Hann var ein ‘áðrenn Elvis vera’, og tað vóru ikki nógv slík fólk, sum vit komu í so gott samband við, við okkara unga og uppreistrarsinnaða tónleiki.
Hann var eldhugaður og hjálpsamur. Lurtaði tá vit spurdu og fór altíð eftir orðabókini, um tað var okkurt málsligt. Hansara partur lá ikki eftir.
Eg má viðganga, at míni tannáringa ár vóru eitt sindur sum tey hjá Mark Twain, tá hann einaferð segði, at tá hann var 14 ára gamal, orkaði hann næstan ikki at vera saman við tí gamla, tí hann var so himmalrópandi óvitandi. Men tá hann fylti 21 ár undraði hann seg stórliga yvir, hvussu nógv pápin hevði lært tey sjey árini’.
Soleiðis gekk tíðin. Hann spældi violin og banjo, og tað var púra vanligt inni hjá okkum, at vit spældu saman. Tónleikurin var sum tarin í sjónum, segði hann. Tarin fylgdi aldunum, men ikki synkront. Tað var sum í yrkingini hjá Hoydal: ‘Nú ert tú aldan, og eg eri tarin; dregur meg at tær og rekur meg frá; eigi teg, eigi teg, tá tú ert farin; veit at eg missi teg, tá tú ert hjá’.
Tónleikur var ikki mekanikkur. Hann var kenslur, aftarlaga á beatinum, kom og fór tá hitt fór og kom.
Í tónleikinum gjørdist hann suðuroyingur aftur, og ‘Jeg er sigøjner’ var hansara langtan aftur til tíðina og barnaárini í Vági og til tíðina á Tvøroyri hjá ættarfólkunum. Í hansara
ættarliði helt familjan serliga væl saman. Eg minnist mangan tá vit fingu vitjan har suðuri frá. Hvussu lívlig og fryntlig tey øll vóru. Ikki minst tey eldru systkinabørnini. Tey vóru bara so kul í mínum barnaárum.
Vit vóru tónlistarliga avbjóðaðir av honum, og hann er ein orsøkin til, at vit máttu leggja okkum í seðlarnar og menna tónlistarligu førleikarnar. Eingin ivi um tað.
Vit høvdu okkara kampar, men mangan havi eg sent honum góðar tankar og eina tøkk fyri, at hann gav mær pláss til at finna mín egna veg í lívinum. Eg eri ongantíð blivin trýstur til nakað sum helst, hvørki politiskt, átrúnaðarliga ella annað.
Tí havi eg ongantíð knógvað undir nøkrum tvangstanka um, at mínir eftirkomarar partú mugu halda tað sama sum eg.
Men altíð havi eg kent íblástrinum frá honum sum menniskja. Eg minnist okkara samveru, detaljurnar, orðingarnar, kjakini. Eg búgvi jú í sama húsi, sum hann og mamma lótu byggja, so eg gangi dagliga í tí sama umhvørvinum.
Jú, eg kann takka teimum fyri, at eg fekk eitt íheimligt og opið útgangsstøði í lívinum.
Eg kann takka teimum fyri, at eg havi átta systkin og øll teirra opnu heim, har eg altíð kann koma og vera vælkomin.
Góði babba! Tú ert farin, men ikki gloymdur.
Vit kenna øll systkini fløvan av tínum hondum, sum sleptu í 1996. Títt ættarlið hevði sínar avbjóðingar áðrenn okkara tíð, og vit hava okkara avbjóðingar í okkara tíð. Vit vita væl, at vit ikki koma at vera saman við okkara kæru altíð. Fyrr ella seinni koma tey at standa einsamøll, uttan okkum, við teirra avbjóðingum. Tá kemur tað til sjóndar, sum tit góvu okkum, og sum vit geva víðari. Tað er tá vit ikki eru til staðar, at okkara børn skulu duga at taka tær røttu avgerðirnar.
Hetta var tín sangur babba, og hann kemur altíð at minna øll tey, sum kendu teg væl, um títt kæra, fryntliga, vinsæla og skemtiliga lyndið, sum altíð hevur eyðkent teg:
‘Solen er borte, min dag er forbi, skumringen øver sit trylleri.
Syng, lille pige, om elskov og had, syng om Spanien, så gør du mig glad’.
- rani