Lýsing
Lýsing

27 ella 18 umfør?

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.03.2020 - 23:41 Ítrottur Tíðindi

Í løtuni er sera trupult at siga nakað um, nær landskappingin í fótbólti fer í gongd aftur. Hon hongur helst saman við tilmælunum fyri restina av samfelagnum.

27 ella 18 umfør?

Enn veit eingin, nær tað aftur verður ráðiligt at spæla dystir. Onkrar leysligar metingar siga, at spælast kann kanska 1. mai, onkrar aðrar 1. juni og í ringasta føri kann kann blíva enn seinni enn tað. Mikkjal K. Thomassen, venjari, heldur, at 27 umfør kunnu spælast, um kappingin fer í gongd í síðsta lagi 1. mai.

- Hetta er ein so trupul støða hjá okkum øllum, eisini FSF, at vit hava eina stóra skyldu til fyrst og fremst at vera viðleikari til at finna góðar loysnir. Tað merkir, at umstøðurnar hjá okkum fara ikki at vera optimalar. Vit fáa ikki eina nýggja ''pre-sesong''. Øll liðini arbeiða undir ótrúliga avmarkaðum umstøðum í løtuni hvør í sínum lag. Eg trúgvi, at tað líkist nógv, sum liðini gera. Vit mugu virða, at tað kemur ein avgerð um, at tá tað er ráðiligt at spæla aftur, so spæla vit. Og so mugu vit handfara tað hvør í sínum lag. Eingin av okkum hevur upplivað nakað sum er í nærheitini av hesum áður, so man má ansa eftir at ikki brúka tað partapolitiskt. Í mínari verð eiga øll at standa saman í at finna góðar loysnir og leggja alt annað til viks. Bæði fyri trygdina og fyri ítróttin.

- Tað verður ein fíggjarligur smeitur, ikki minst fyri okkum, um vit ikki spæla fyrsta triðingin av kappingini, tí vit missa fimm heimadystir. Tað hevði eisini verið ótrúliga harmiligt, um kappingin mátti skerjast, men fyri meg er tað ein tíðarspurningur. Um tað kemur hartil, at man ikki klárar at avgreiða kappingina, so er tað sjálvandi rætt at stytta kappingina við einum triðingi og so spæla 18 umfør. Men ber tað til at avgreiða hana, so eigur man sjálvandi at halda fast í tí kappingini, sum er løgd. So eg haldi, at tað skal nógv til, áðrenn man fer til 18 umfør. Við 18 umførum letur tað upp fyri øðrum viðurskiftum sum m.a. at FSF má hyggja eftir at geva endurgjald til feløgini í mun til støðuna, so at vit ikki fáa feløg, sum blíva heilt illa fyri av hesum. Eg vænti, at har eru nógv feløg sum stríðast, tí alt steðgar upp. Kanska tey stóru feløgini hava tað lættast har, men har eru nógv smærri feløg, sum hava tað trupult, og tað skal man hugsa um. So hatta við longd av kappingini má man viðgera, tá man nú einaferð fer at kunna síggja, nær tað er ráðiligt at spæla aftur. Um vit kunnu byrja í apríl, sum kanska er órealistiskt, so er eingin trupulleiki at spæla 27 dystir. Tað er tað heldur ikki, um man byrjar 1. mai. Men koma vit nógv longur út á árið enn tað, so byrjar tað at blíva ein trupulleiki í mun til at spæla 27 umfør, sigur KÍ-venjarin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyndin er komin!
Lívið er ein lítil løta
Kanska onkur syngur við og onkur murrar
Konsertin við James Blunt er flutt
Ískoyti til kjaki um Svínoynna
Keðiligt at vit ikki kunnu hittast
Paulus, Korona, fjarstøða og páskir – ei…
Fólka­kirkjan fram til 10. mai 2020
Seinasta samdøgrið er eingin staðfestur…
Skúlin verður liðugur áðrenn summarfríti…
Skírishósdagur - andakt
Klakkur á veg yvir til Eystur­grønlands
Korona hevur ávirka okkum nógv
Koronatiltøk­ini í Almanna­verki­num linka…
Ingibjørg tulkar Janus Djurhuus
10. hvør føroyingur er nú kannaður
Eingin persónur staðfestur smittaður sei…
Korona-vegleiðing ávegis
Eiðis kommuna skipar fyri netbingo
Tøk lestrarpláss