Lýsing
Lýsing
Lýsing
Klárt veður, líka til brúgvalagi, sum í morgun hómast av vitanum í Mykinesi, rakar okkum í kvøld. | Mynd: Vørn (www.vedrid.fo)

Veksandi vindur í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  21.03.2020 - 09:22 Tíðindi Veðrið

Hann kemur av suðuri í dag, vindferðin vestanfyri er 10 til 15 m/s; eystanfyri er hon eitt sindur minni, 5 til 10 m/s.

Luftin stavar frá meginlandinum. Hon er turr – fuktiheitin í luftini er minni enn 50%. Tí er turt kring alt landið. Hitin er um 5-6 stig.

Vindurin fer at veksa spakuliga allan dag, meðan eitt lágtrýst ota seg nærri okkum vestaneftir. À midnátt eru 13 til 18 m/s – onkra løtu 15 til 20 m/s.

Okkurt æl í støðum verður seinnapartin, í kvøld regn.

Á midnátt fer at slíta í, vindurin minkar, og ættin støkkur vesturum til útsynning.

Eftir tað fellur hitin 2-3 stig.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…