Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í kvøld savnast vit í tryggari fjarstøðu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.03.2020 - 11:45 Tíðindaskriv Tíðindi

Spaniastova og Norðlýsið skipa í kvøld fyri savnandi, upplýsandi og undirhaldandi tiltaki, sum verður stroymt á Norðlýsinum frá klokkan 19 og til tað er liðugt

Endamálið er at savna okkum norðoyingar í hesari serligu tíð. Vit hava jú øll í nógvar dagar meira og minni verið tvungin at vera heima. Samstundis eru øll tiltøk í býnum útsett ella avlýst, ímeðan bensinið skal rindast uttanfyri bensinstøðina. Enntá dystirnir við Djúpumýru eru avlýstir.

At tað verður frárátt, at vit savnast fleiri enn 10 fólk, skal tó ikki hava við sær, at vit ikki skulu hava nakað at savnast um. Tí kemur sera væl við, at til ber at stroyma tiltakið, sum ein smittu-forandi ætlan er løgd fyri, so tað millum annað ongantíð savnast fleiri enn 7 fólk í sama rúmi.

 

Skráin verður fjølbroytt, men Korona-smittan er reyði tráðurin.
Tosað verður millum annað við nøkur av teimum, sum stríðast fyri, at okkara veikastu ikki gerast sjúk, og Jan Petersen, stjóri í CiG og formaður í Norðoya Vinnulívsráð, kemur at greiða frá, hvørjar tankar vinnulívið í økinum hevur gjørt um hesa serligu avbjóðing.

Afturat hesum verður ein samrøða við fyrsta norðoyingin, sum varð testað positiv við korona. Hon er nú púra frísk og er loyst úr sínum sóttarhaldi.

Men lívið er bæði álvari og gaman, og tí verður eisini eitt fjølbroytt úrval av lokalum tónleiki og undirhaldi. Millum annað spælir Rani Nolsøe víðari frá konsertini, sum fekk ein so brádliga steðg. Danny og Jógvan Andrias koma eisini á gátt, og Klaksvíkar Sjónleikarafelag bjóðar til Korona-festival.

Tiltakið byrjar klokkan 19, og fyrsta løtan er serliga ætlað børnunum, tá Bubu og Hanus-prestur umrøða korona í barnahædd, ímeðan restin av kvøldinum meira er rættað til vaksin. Norðlýsið leggur leinkju á heimasíðuna, tá tiltakið byrjar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val
Martha Øre vitjaði borgar­stjóran
Tveir svanar á Borðoyarvík
Kaðalarbeiði á Vágsgeil
Hjólini mæla framvegis við góðari ferð
Ben Arabo stillar upp
Byrgingin um Haraldssund í morgun
Fólk, ið bera brek, hava eisini rætt at…
Løgmaður vitjar Norðlýsið í morgin
Kvinnudagur og kvinnukór­konsert: Suð, Si…
Kim Durhuus stillar ikki upp
Norðlýsið tippar: Hetta fer valstríðið a…
Bakkafrost skapar nógv størv í útjaðaran…
Badmintonsambandið góð úrslit í Odense
Metgott úrslit hjá Trygd
Sandavágur eitt stig frá FM-sigrinum
Innsavning til kvinnur úr Nigeria
SÍ og Mjølnir kapprenna enn um fyrstaplá…