Fjarundirvísing er komin fyri at vera
“Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt”, verður javnan tikið til. Soleiðis er eisini við Covid-19. Hóast vit skjótt kunnu semjast um, at henda sóttin fyri tað mesta hevur skaðiligar avleiðingar, hómast eisini ljós í myrkrinum.
Eitt dømi um hetta er fjarundirvísing. Hóast vit longu nú hava rættiliga góð amboð til fjarundirvísing – ella online samstarvsamboð sum heild – hava vit sum heild enn eina veika fjarundirvísingar-mentan. Nøkur skeið og nakrar útbúgvingar eru tó, har fjarundirvísing er ein inngrógvin partur av undirvísingini.
Nú skúlar og útbúgvingarstovnar eru afturlatnir fram til páskir – og møguliga enn longur – hevur verið neyðugt at royna teir tøkniligu møguleikarnar meiri í verki. Telduvørðar og superbrúkarar stríðast við at hjálpa lærarum at brúka amboðini. Undirvísingar-portalurin Snar.fo hevur “Góð ráð um heimaundirvísing”, har til ber at kunna seg um ymiskar samskiftismøguleikar. Bæði Nám, Gjaldstovan og privatar fyritøkur sum t.d. Synergi veita skeið í Microsoft Teams.
Teams verður her nevnt sum dømi um fjarundirvísingar-pall, men nógvir aðrir pallar eru, t.d. gjøgnum Google, Facebook ella onkran heilt annan. Nógvir veitarar eru “har úti”, ið bjóða ókeypis samskiftisamboð – antin fyribils ella við avmarkingum. Í nógvum førum fæst ein lættari útgáva ókeypis, meðan fullfíggjaða útgávan kostar.
Tað snilda við Microsoft Teams er, at tað er ein partur av Office 365, ið allir lærarar og næmingar hava gjøgnum sín skulin-brúkara, ið flest øll innan útbúgvingargeiran hava. Hetta merkir, at allir lærarar og næmingar kunnu samstarva tvørtur um floksmørk og skúlamørk. Nøkur eru tó, ið hava valt at gera lokalar brúkarar, og hetta kann tøkniliga gera samstarvið við aðrar skúlar/stovnar truplari – serliga tá tað snýr seg um brúkarastýring.
Undir øllum umstøðum er grundarlagið fyri fjarundirvísing til staðar. Tað ræður bert um at brúka tøknina í verki.
“Lat ikki eina góða kreppu fara til spillis”
Ógreitt er hvør segði omanfyrinevndu orð – ella júst hvussu tey vórðu søgd. Summi meta, at hittinorðaði Winston Churchill segði hetta stutt eftir seinna heimsbardaga: “Never let a good crisis go to waste”. Skjalfest er tó, at amerikanski politikarin Rahm Emanuel segði soleiðis í 2008: “You never let a serious crisis go to waste. And what I mean by that it's an opportunity to do things you think you could not do before.” Sagt á annan hátt: Ein kreppa er lagaliga løtan at gera ting øðrvísi.
Vit uppliva nógvar trupulleikar í hesum tíðum, men tá nakrar tankaleiðir eru afturlatnar, byrja nýggjar tankaleiðir at latast upp. Menniskju eru kreativ og nýskapandi. Fyrr ella seinni búnast loysnir, ið fáa okkum at gera tingini líka væl ella betri – men á annan hátt. Viðhvørt skulu vit bara hava eitt lítið “skump” rætta vegin, so byrja vit at knýta nýggjar tankaleiðir.
Í hesum føri tvingar Covid-19 okkum til at hugsa øðrvísi. Vit hava havt trupult við at ímynda okkum, at fjarundirvísing veruliga kann vera eitt haldgott alternativ til fysiska floksundirvísing. Hetta er tí eitt gylt høvi at taka fjarundirvísingina meiri seriøst. Hetta kann eisini koma okkum til gagns, tá aðrar farsóttir raka, ella um veðrið spælir okkum eitt puss – sum tað ofta ger í Føroyum.
Tí ræður um, at skúlaleiðslur, læraratoymi og stovnar og fyritøkur, ið vara av hesum øki, lofta møguleikan og gera hentu KST-amboðini so atkomilig sum gjørligt fyri brúkararnar.
Neyðugt at hugsa KST-didaktiskar tankar
Avbjóðingin er tó, at tøknin ikki brúkar seg sjálva... enn! Tað skulu menniskju til at fyriskipa góða undirvísing – bæði í einum flokshøli og á einum KST-palli. Menniskjaligar relatiónir eru enn sum áður lykilin til væleydnaða undirvísing. Eisini mugu nýggir didaktiskir tankar hugsast. Tað ber ikki til at flyta “nærundirvísing” 1:1 yvir í fjarundirvísing. Báðir undirvísingarformar hava fyrimunir og vansar, og tí ræður um at tillaga undirvísingina í mun til tey amboð, ið eru tøk.
KST-didaktikk er í roynd og veru ein lærugrein, ið fleiri innan útbúgvingarheimin hava tikið – í størri ella minni mun. Hetta fyllir tó framvegis heldur lítið í lærarayrkinum – bæði í fólkaskúla og á miðnámi. Hetta er merkisvert, tá vit hugsa um hvørjar førleikar arbeiðslívið krevur í 21. øld. Vit hava framvegis eina stóra gjógv millum “vanliga didaktikk” og “KST-didaktikk”. Av røttum átti KST tó at verið ein inngrógvin partur av vanligari undirvísing. Hóast KST hvørki kann ella skal brúkast til alt, er KST eitt gott ískoyti til at loysa alskyns uppgávur. Umframt hetta vilja lærarar vera betri fyri at íverkseta fjarundirvísing, tá onkur viðurskifti gera, at tað ikki ber til at møtast fysiskt.
Til ber at fara inn á nógvar ymiskar munir millum “vanliga didaktikk” og “KST-didaktikk”, men her vil eg heldur viðmæla fólki at leita eftir greinum og videobrotum við hugskotum til at brúka KST í undirvísing, herundir serstakliga hvørji amboð eru egnað til fjarundirvísing.
Ein grundniðurstøða er tó: Longrivarandi talvuundirvísing riggar vanliga illa sum fjarundirvísing. Hinvegin riggar bólkaarbeiði vanliga væl sum fjarundirvísing. Hentir toymispallar geva lærarum møguleika fyri bæði at kjatta við næmingar, eftirhyggja tilfarið, ið næmingar arbeiða við, umframt at hava videofundir við næmingarnar. Til ber enntá hjá næmingum at vísa læraranum sítt ávegis arbeiði beinleiðis á einum videofundi, samstundis sum tosað verður andlit til andlit. Tað ræður um at kveikja sítt hugflog.
Umframt hetta skal sigast, at flest øll forrit/appir, ið áður skuldu takast niður á serstakar teldur, ið ofta stóðu í serstøkum telduhølum, nú liggja á Netinum og ofta eru beinleiðis integrerað við samskiftispallarnar. Sostatt ber sum oftast til at gera alt arbeiði á einum stað uttan at skula flyta seg millum pallar ella skifta millum online og offline.
Fagri nýggi heimur!
Ein eyka ágóði av fjarundirvísing kundi verið, at starvsfólk, ið av onkrari orsøk ikki kunnu røkja sínar primeru uppgávur í eitt tíðarskeið, kunnu brúka tíðina til førleikamenning yvir Netið. Hetta krevur tó, at fleiri relevant skeið verða boðin út sum fjarundirvísing.
Undir øllum umstøðum er umráðandi, at krepputíðir verða brúktar til at læra nakað nýtt, heldur enn til at falla í fátt. Ágóðin kemur við betri arbeiðsevni, tá tíðirnar aftur eru normalar.
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur, ritstjóri og lærari