Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mentanarvikan útsett til mai

SKRIVAÐ: runavik.fo  |  23.03.2020 - 17:39 Mentan Tíðindaskriv

Runavíkar kommuna boðar við hesum frá, at árliga mentanarvikan í Runavíkar kommunu er útsett til mai. Vanliga verður mentanarvikan skipað sum eitt stórt vártiltak, men nú almennu tilráðingarnar frá heilsumyndugleikunum eru, at tiltøkini, sum vóru sett í verk fyri at tálma og basa koronasóttini, verða galdandi til eftir páskir, er avgerð tikin um at útseta mentanarvikuna.

“Vit royna í mest møguligan mun at sleppa undan av avlýsa mentanartiltøk”, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Hann leggur afturat “at kommunan hevur framvegis eina vón og eina ætlan um, at mentanarvikan verður hildin sum eitt vártiltak. Tískil verður mentanarvikan í Runavíkar kommunu sett at verða í døgunum fra 10.- 17. Mai”.

Mentanarvikan verður sett sunnudagin 10. mai í Skótahúsinum við Løkin. Verður tað mett at vera neyðugt samsvarandi broyttum fyritreytum og tilmælum frá heilsumyndugleikunum, verður ætlanin við mentanarvikuni 2020 viðgjørd av nýggjum, og fráboðan um eina aðra dagfesting kunngjørd.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…