Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bank Nordik broytir ætlanir um vinningsbýti

SKRIVAÐ: Tróndur Ellingsgaard  |  24.03.2020 - 19:56 Tíðindaskriv Tíðindi

Eftir ætlan skuldi bankin gjalda sínum íleggjarum 67,2 mió. kr. í vinningsbýti fyri 2019. Broyttu og serstøku umstøðurnar hava tó við sær, at BankNordik ikki metir tað vera ráðiligt at gjalda vinningsbýti sum ætlað.

Á aðalfundinum verður tí skotið upp, at einki vinningsbýti verður goldið fyri 2019. Nevndin fylgir gongdini og av- leiðingunum av COVID-19 neyvt, og um støðan og útlitini batna seinni í ár, fer nevndin at viðgera spurningin um vinningsbýti fyri 2019 av nýggjum.


Ársaðalfundurin verður hildin 26. mars sum upprunaliga ætlað
Av tí at BankNordik ikki væntar at fáa lógarheimildina frá myndugleikunum, sum krevst fyri at avlýsa ársaðalfundin, verður aðalfundurin hildin hósdagin 26. mars. Eftir ætlan verður einki vinningsbýti goldið fyri 2019.

Herfyri boðaði BankNordik frá ætlanini um at avlýsa ársaðalfundin til tess at fyri- byrgja smittu við koronavirusi. Avlýsingin var treytað av, at myndugleikarnir góvu neyðugu lógarheimildina til at avlýsa aðalfundin. Av tí at bankin nú ikki væntar, at lógarheimildin verður givin, er ætlanin at halda aðalfundin hósdagin 26. mars kl. 17, sum upprunaliga ætlað.

Til tess at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um at fyribyrgja smittu við COVID-19, verður roynt at avmarka ársaðalfundin so nógv sum til ber. Eitt nú verður nevndin ikki til staðar í hølunum hjá bankanum. Harumframt fer BankNordik at seta seg í samband við partaeigarar, ið hava teknað seg til aðalfundin, og mæla teimum til at geva bankanum fulltrú í staðin fyri at møta.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ársfrágreiðingin 2025: Góður rakstur í e…
Sigurshar­rin vitjar Norðlýsið
Jákup Magnussen innleiðir familjuferð ti…
Blaðstjó­rin kollgitti valið
Sjókæti A-OY er tilnevnd til Barna- og u…
Aðalfundur – Grunnurin, Mentanar­hús í Kl…
Helga Djurhuus í Gallarí Havnará
Beinir toppskorari í Klaksvík
Eru byrjaði at telja
Vallutøkan er 2,5 % hægri í Klaksvík
- Sovorna intruduktión havi eg ikki fing…
- Eg rokni við at tað verður eitt skifti
Blaðstjó­rin tippar valið í Komið øll við
55 fleiri brævatkvøður í Klaksvík
Framvegis meira enn 200 fleiri á vali í…
Tiltøk í vikuni
Framvegis fleiri veljarar enn 2022
Framvegis nógv fólk á vali
Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu
Blaðstjó­rin tippar valið