Lýsing
Lýsing
Lýsing

Saknurin verður stórur

SKRIVAÐ: Hondbóltsfelagið Stjørnan  |  06.04.2020 - 14:35 Mentan Myndarøð Tíðindi

Nú dagarnir longjast og sólin togar seg hægri uppá himmalhválvið, og vit gleðast til eitt komandi vár, steðgar alt upp. Nakað soleiðis kendist tað, tá tað frættist, at Egil Haldurson Johansen brádliga var deyður.

Egil byrjaði sum heilt ungur at spæla hondbólt við Stjørnuni. Tað vóru helst eldru brøðurnir Sigbrand og Karl, sum tá báðir spældu við Stjørnuni, sum hava skapt áhugan hjá Egili fyri hondbóltinum. Tað sást skjótt, at Egil hevði góð hondbóltsevnir. Hann var ikki meira enn 15-16 ára gamal, tá hann leikti sín fyrsta dyst við besta mannsliðnum hjá Stjørnuni.

Egil var sera nærlagdur, hann legði nógva orku í venjingina, hann vildi verða millum teir bestu. Tað gekk heldur ikki long tíð, so vóru boð eftir Egili til hondbóltslandsliðið.

Tað var ikki bara á vøllinum, at Egil var gott umboð fyri Stjørnuna. Hjartað hjá honum brann fyri felagnum. Tað var tíðliga, at hann átók sær at venja yngri liðum, døma, passa klokkuna umframt aðrar uppgávur fyri felagið. Tá felagið skipaði fyri hugnaløtum og veitslum, setti Egil serliga dám á, við sínum leikandi lætta klaverundirspæli.

Egil var ógvuliga errin av dóttrini Oslu. So skjótt hon hevði aldur at spæla hondbólt, helt Egil henni til at fara í høllina at venja. Osla hevur eins og pápin góð hondbóltsevnir. Við nærlagni og hepnari hond hevur Egil seinnu árini vænt liðini, Osla hevur leikt við. Undirtøkan hevur verið sera góð, og fleiri hondbóltsspírar eru kveiktir.

 

Stjørnan hevur við Egili mist ein trúgvan og dyggan stuðul, men størstur er saknurin hjá hansara kæru Maluni, Oslu, Hans, Mariu og lítla Ísaki. Stjørnan vísir tykkum størstu samkenslu.

Hann, sum øllum valdar hjálpi og styrki tykkum í tíðini sum kemur

Hondbóltsfelagið Stjørnan takkar Egili fyri ta orku og ídni, hann legði í felag okkara.

Við hesum orðum lýsa vit frið yvir minnið um Egil Haldurson Johansen.

 

Hondbóltsfelagið Stjørnan

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…