Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ískoyti til kjakið um Svínoynna

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  10.04.2020 - 15:03 Lesarabrøv Politikkur

Í vikuni hevur vinnulívsmaðurin og svínoyingurin Bjarni Jacobsen eitt lesarabræv í Norðlýsinum við yvirskriftini “bjargi Svínoynni við 1800m tunli”.

Eingin ivi um, at Bjarni veit hvat, ið hann tosar um. Hann er gamal í garði her um leiðir, hevur eitt brennandi hjarta fyri oynni og hevur havt týðandi vinnuvirksemi í oynni.

Ætlanin um havn yviri í Havn er ein gomul ætlan. Er eini 40-45 ár í minsta lagi. Og eingin ivi um, at var tunnil komin yvir til Havnar, og ferjulegja gjørd, tann tíð tað var, hevði oyggin sæð øðrvísi út í dag.

Men tíðir broytast, og tøknin mennist. Í dag fari eg at ivast í, um nú rætt er at satsa upp á tunnil og ferjulegu yviri í Havn. Tíðin er snøgt sagt farin frá hesum, og tað er so sera lítið meir, man hevur at vinna við hesari sera kostnaðarmiklu ætlan. Man fær einar tveir túrar afturat, og tað er tað. Vit hava stadivekk eina fergu at fyrihalda okkum til og nógv longri at ganga heim í bygdina. Ella kanska vit hava fingið eina bussleið í oynni til tað tíð.

 

Hvat vil man við oynni?

Skal hon vera til okkum, sum passa seyð, og til tey, sum hava fríðtíðarhús í oynni, kundi man freistast at sagt, at so er ferðasambandið sum er ivaleysa gott. Tey, sum búgva fæst í oynni, brúka næstan slett ikki rutuna, so tað er ikki til tey. Men vil man sum samfelag menna hendan partin av landinum eisini, so eru møguleikarnir ovurhonds stórir.

Tað eru jalig tekin til, at okkurt er við at henda. Sjúrður hevur fatur á eini serstakliga spennandi ætlan við rognkelsilsframleiðslu, og Jógvan Eliasen hevur sínar planir við vatnorkuverki og vakstrarhúsi. Hetta er sera spennandi.

 

Rúm er fyri nógv meir

Eg síggi fyri mær minst trý øki, sum kunnu seta Svínoynna í vinnuliga miðdepilin í Føroyum, innan stutta tíð eisini.

Laksaaling er tað, sum ber okkum her á landi. Møguleikarnir runt Føroyar eru frá skaparans hond teir mest upplagdu í øllum heiminum. Tað næsta verður, at farið verður út á hav at ala. Sagt verður, at alingin kann tvífaldast. Men kann hon tvífaldast, kann hon eisini 10 faldast og meir við at fara út á hav.

Tørvur verður á plássi til smoltalistøðir á landi. Heimsins stórsta smoltstøð sigst at liggja á Strond á Borðoynni. Á Svínoynni eru minst trý støð, sum kundu hýst smoltstøðum av slíkari stødd. Á bakkanum yviri á dal, á bakkanum úti á dal og á Eiðisbakka. Bleiv hetta veruleiki, vóru minst 120 føst arbeiðspláss á oynni.

Ferðavinna er eisini upplagt fyri oynna. Økið er stórt nokk til at útstykkja fyri 100-200 summarhúsum ella væl meiri. Hetta kundi skapt nógv arbeiðspláss, bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Grundarlag fyri handli, matstovu o.ø. avleiddum, í hvørfall í summarhálvuni.

Grøn orka er eisini uppløgd í Svínoy. Tað er eingin oyggj, sum hevur ein slíkan slætta á 3-400 metra hædd, frítt fyri vindi av øllum ættum. Her kann framleiðast grøn orka til allar Føroyar og til útflutnings, um man vil.

Hvat eigur so at verða gjørt við samferðsluna, fyrst upp á stutt sikt og síðan upp á langt sikt.

Jú, víst er Svínoy, sum er, brimpláss. Bæði á Víkini og við Eiðið. Men tey eru ikki brimpláss í senn og ikki størri brimpláss enn so nógv onnur støð, sum hava ferjur siglandi.

Er ikki atleggjandi við Eiðið, ber til á Víkini og umvent. Eg veit, at umleið einaferð um árið ber ikki til í báðum støðum í senn. Tað er, tá ið hann er av eystri, og eystfallið leikar í fyri Víkini, og tað passar soleiðis við stirvnu ferðaætlanina hjá SSL. Men ein evarska lítil hamping av lendingunum, so varð siglt á Svínoy hvønn tann einasta dag á árinum.

Upp á sikt eiga vit so at fara eftir fasta sambandinum, um tað so er við streingi ella tunli. Tað er líka bíligt og hevur nógv størri nyttivirði, enn at fara yvir til Havnar. Men tað liggur tað langt frammi í tíðini. Upphæddir í samferðslu størri enn 200mió. verða ikki játtaðar upp á Svínoynna fyrr enn í minsta lagi tunlarnir norð um Fjall og Suðuroyartunnilin eru gjørdir. Har eru minst 20 ár at bíða.

Vit eiga í fyrstu syftu (beinanvegin) at brúka einar 15-25 mió. upp á verðandi lendingar. Hetta verður ongantíð optimalt, eg veit, men okkurt má gerast, meðan vit bíða. Hetta er ikki til at halda út, so vánaligar lendingarnar eru.

Spennandi verður eisini at fylgja við, hvussu nýggja tríkiljan fer at hildnast. Hon siglur meir enn dupult so skjótt sum Ritan. Ritan brúkar 30min út á Eiði og 50min á Víkina. Kann hetta gerast uppá ávíkavist 15 og 25 min, so er støðan beinanvegin ein onnur. Ikki minst, um man slapp tryggur og turrskøddur í land og fekk bilin við viðhvørt.

Jú, eg haldi meg vita, hvat eg tosi um. Seinastu 20 árini havi eg sum ferðamaður javnt og samt brúkt hesa farleið, bæði í góðum og minni góðum veðri. Summar og vetur.

 

Frímund Hansen
Um Eiði 8, Svínoy.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bankarnir gerast alsamt frekari
Símun Absalonsen heldur midnáttarrøðuna
Ein sílatúrur í Vatnsdali við Oyndarfjør…
Solby heldur røðu á norð­oyastevnu
Hotel Brandan letur upp 1. juli
Benkur uppi á Brekkum
SprittFisk - Filmskapping
Núpur landar í dag
Lions 50.000 til talukennara
Nýggj nevnd í Heilafelagnum
Startrøðin á norð­oyastevnu
10.000 kr fyri roðslu
Gunnvá nýggj forkvinna í Norðoya Javnaða…
Vit rudda áðrenn Norð­oyastevnu
Jóannes Bjartalíð hevur longt sáttmálan…
Gadus siglir heim
Endur­nýtslan stongd 5. og 6. juni
Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafela…
Neytabúffar av Sandi á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í øðrvísi hami