Lýsing
Lýsing
Lýsing

Er Løgtingsins umboðsmaður ein sjálvsognarstovnur?

SKRIVAÐ: Poul A Mikladal  |  14.04.2020 - 08:35 Lesarabrøv Tíðindi

Spurningurin er retoriskur, men svari er helst: ja. Hetta kemur til sjóndar í einum teldubrævi eg fekk frá formansskapinum í Løgtinginum, 3. apríl í ár. Tað er eisini ógreitt hvør hevur eftirlit við og ábyrgd av Løgtingsins umboðsmanni.

Umboðsmansstovnurin fær umleið 4 mió. kr. árliga úr Landskassanum. Tað einasta Løgtingið krevur afturfyri, er eina frágreiðing um arbeiðið á stovninum. Men, søgan um tann einstaka borgarin vísir, at Umboðsmaðurin hevur heimild til einans at geva Løgtinginum frágreiðing um úrvaldar partar av arbeiðinum. Løgtingið hevur tó ikki heimild at spyrja um mál, sum Umboðsmaðurin hevur avgjørt at afturhalda.

Í einari støðu sum hesari ber til at siga at Løgtingsins umboðsmaður er yvir Løgtinginum. Hinvegin, hevur einstaki borgarin rætt til at fáa innlit í viðgerðina av sínum egna kærumáli.

Eg vil tó ikki siga, at tað gekst tí einstaka borgaranum serliga væl, at fáa nakað at vita.

Søgan um tann einstaka borgarin er í tveimum pørtum:

Fyrri partur, er frágreiðing og spurningur til formansskapin í Løgtinginum.

Annar partur, er svarið frá formansskapinum og framhald av søguni.

 

Poul A Mikladal

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta