Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar Hornorkestur 70 ár - Hjartaliga til lukku við degnum!

SKRIVAÐ: Andras Sólstein, prinsipalur  |  05.05.2020 - 11:11 Mentan Myndarøð Tíðindi

Sambært gerðabókini hjá Klaksvíkar Hornorkestri varð felagið formliga stovnað á fundi 5. mai 1950 undir navninum Klaksvíkar Hornblástrarfelag. Á seinni aðalfundi í 1954 varð samtykt at broyta navnið til Klaksvíkar Hornorkestur. Horn bleiv tó spælt í Klaksvík í 1920-unum. Hettar var eitt orkestur, sum taldi 12 mans. Bygdin var ikki so stór tá, og flestu menn vóru til skips, so tað vóru teir, ið høvdu arbeiði uppi á landi, ið mannaðu hetta orkestur, Klaksvíkar Tónleikarfelag. Eliesar Joensen, Eliesar í Pálsstovu, var leiðari av hesum orkestri. Ein av eldsálunum var Sámal úr Lorvík, pápi Otto Samuelsen, sum í langt tíðarskeið var leiðari og spælari í Klaksvíkar Hornorkestri. Hettar orkestrið datt niðurfyri í 1930-árunum.

Fyrsti formaður í Klaksvíkar Hornorkestri var Hans David Petersen, og fyrsti musikkstjóri var Sámal Petersen. Aðrir formenn felagsins hava verið Poul N. Kjølbro, Eli Nolsøe, Daniel E. Petersen, Sámal Christiansen, Otto Samuelsen, Leivur Ellingsgaard, Eiler Rasmussen, Ásmundur úr Hvalvík, Eiler Samuelsen, Magnus Mikkelsen, Magnus Arge, Jógvan Brim, Andras Sólstein, Heri Ellingsgaard, Birgir Svøðstein og Petur Eliasen.

Orkestrið hevur, næstan líka síðani tað varð stovnað, verið ávirkað av bretskum Brass Band tónleiki, helst tí Bretland verður roknað sum upprunaland hjá horntónleikinum; men kanska einamest tí Klaksvíkar Hornorkestur fyri stóran part hevur havt siðvenju at hava bretskar dirigentar. Ein teirra, ið ávirkaði Klaksvíkar Hornorkestur nógv, var Norman Edwards, sum stjórnaði orkestrinum 1965-1968.  Hann skal hava sagt frá, at hann einaferð sá tær føroysku oyggjarnar sum tokuflókar langt burturi gjøgnum kikara. Tað var undir seinna heimsbardaga, tá teir jagstraðu týska krígsskipið Bismark í Norðuratlantshavi. Annars hevði hann ikki hugsað nógv um hesar oyggjar, fyrr enn hann – heilsubrekaður av krígsávum – frætti um leyst starv sum musikkstjóri hjá Klaksvíkar Hornorkestri. Hann útsetti nógv føroysk løg til hornorkestur, eins og hann komponeraði fleiri stykkir til orkestrið. Her kann nevnast Borðoyar Reveries (Dreymur um Borðoynna), Vøgguvísa, Klaksvíkar Marsjurin og KÍ- marsjin.

Aðrir, ið hava havt týdning, eru eitt nú Geoff Richards. Tá orkestrið meldaði seg til at luttaka í evropeiskari kapping fyri hornorkestur, sum var í Luxemborg í 1994, setti orkestrið seg í samband við Geoff Richards og heitti á hann um at hjálpa við fyrireikingunum saman við tí unga dirigentinum, Fionu Parker, sum í dag er komin aftur sum dirigentur hjá orkestrinum. Hettar var ein lærurík og avbjóðandi tíð, bæði fíggjarliga og ikki minst tónleikaliga. Hendan kappingin setti stór krøv til einstaka spælaran, ja, hettar var kanska størsta avbjóðingin hjá orkestrinum nakrantíð.

Orkestrið hevur tó eisini í stóran mun nýtt heimligar musikkstjórar, sprotnir úr hornokesturumhvørvinum í Klaksvík so sum Sámal Christiansen, (Sámal hjá Barbu) Otto Samuelsen, Alex Sólstein, Bergur Jacobsen, Bogi Lützen og Andras Sólstein. Seinastu nógvu árini hevur Ove Olsen eisini stjórnað orkestrinum.

Onkrar uttanlandsferðir eru gjørdar hesi 70 árini, orkestrið hevur verið til. Tvær tær seinastu ferðirnar vóru í Belfast 2015, hendan ferðin fall saman við at A-landsliðið hjá monnum í fótbólti spældi í móti Norður-Írlandi. Og seinast í Edinburg árið eftir í 2016.

Gjøgnum árini hevur orkestrið spælt og verið virkið í tónleikaumhvørvinum í Klaksvík. Virkisárið hjá orkestrinum er ofta merkt av at spæla til somu árligu tiltøkini, tó við frávikum, tí tað kunna vera fleiri og færri tiltøk. Árið 2019 var eitt vanligt ár hjá orkestrinum og sá soleiðis út:

Grækarismessa. Flaggdagur í Klaksvík og Leirvík. Musikkstevna. Norðoyastevna. Prógvhandan hjá  Tekniska skúla. Standmynd fyri Waagstein. Syngið við, sálmakvøld í kirkjuni. Standmynd fyri Elinborg Lützen. Jólatrø í Klaksvík, Ánunum, Norðoyri, Trøllanesi, Mikladali, Húsum, Syðradali, Árnafirði og í Svínoy. Jólakonsert í kirkjuni. Jólaskipið. Norðurjól. Kirkjan jóladag. Kl. Sjúkrahús jóladag. Harumframt hava fleiri smærri bólkar úr orkestrinum spælt til tiltøk, føðingardagar og aðrar høgtíðsdagar hjá privatfólki, oftast fólk við tilknýti til orkestrið. Einar 28 - 30 ferðir spældi orkestrið í 2019.

Í ár, 2020, er sum øllum kunnugt, alt hornspæl avlýst. Ætlanin var at hátíðarhalda 70 ára dagin hjá Klaksvíkar Hornorkestri leygardagin 2. mai við konsert og veitslu, men føðingardagurin er fyribils útsettur til einaferð í heyst, um umstøðurnar eru broyttar til ta tíð, og almennu heilsutilmælini annars loyva tí. Í staðin fer orkestrið at spæla ymsa staði í býnum í dag, á føðingardegnum.

Klaksvíkar Hornorkestur hevur øll hesi 70 árini og hevur framvegis stóran stuðul í millum bæði privatfólk, vinnulív og Klaksvíkar Kommunu, og uttan henda stuðul hevði orkestrinum ikki verið lív lagað - tøkk skulu tit øll hava fyri tað. Tá orkestrið spælir so ofta, eru fleiri søgur knýttar at virkseminum; hettar eru fittar søgur og siga, hvussu góð fólk eru við orkestrið. Ein klaksvíkingur segði, í sambandi við at orkestrið ofta við stuttum skotbrái spælir, tað kann vera fyri einum ítróttartiltaki ella tí at okkurt skal markerast í býnum, at hornorkestrið hevur nakað ta somu útrykningstíð sum brandliðið, umleið 10 minuttir. Ein annar tók til: eg elski tey trý K-ini, Kirkjuna, Klaksvíkar Hornorkestur og KÍ.

Klaksvíkar hornorkestur er í dag mannað við 25 fólkum, harumframt eru spælarar, ið hava eitt leysari tilknýti til orkestri, tað eru sjómenn, sum eru heima og í millum túrar trúfast møta upp, eins og aðrir, ið av arbeiðsávum ikki hava møguleika at møta regluliga upp. Størstu avbjóðing í dag hevur orkestrið við at skaffa fleiri ungar spælarar.

Musikkleiðarar í 2020 eru bretsku hjúnini Fiona Parker og Daniel Rye. Nevndin er mannað við Peturi Eliasen formanni, Peturi Simonsen og Hanusi Kjølbro.

Hjartaliga til lukku við degnum og blíðan byr framyvir. Eg fari at enda við orðunum hjá Norman Edwards: The tune will linger on – Tónin fer at liva víðari.

 

Andras Sólstein, prinsipalur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í jóla­vikuni
Bylgju Cup 2024
- Høvdu hesir veggirnir kunnað talað
Jóla­heilsa frá Hav Saga
Jóla­heisla frá Bourbon Topaz
Javnaðar­flokku­rin fór eftir høvdinum í l…
Jóla­heilsan frá Island Clipper
Útsettu dystirnir telvaðir
Bárður venjari hjá Mjølnir
Jóla­heilsa frá Norwind Gale
Norðingur fekk jóla­pakkar
KÍ hevur sett nýggjan hjálparvenjara
Klinik Ravndal pop-up í Klaksvík
Espen Haug og Magne Hoseth um venjaralív…
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið