Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað sum gav úrslit var, at har vóru íleggjarar í krepputíðum, sum onki óttaðust

Er ali- og fiskivinnan alt - nei – grundarlagið

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  07.05.2020 - 08:23 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Vinnan og Klaksvík (2)
Valið, sum djarvir íleggjarar fyrst í 1990unum framdu, skapti grundarlagið fyri fiskiloyvum og lægsta arbeiðsloysi

Søgan um fiskin hevur allar dagar hugtikið føroyingin. Hann legði grundina undir føroyska búskaparvøksturin seinastu hundrað árini  og harvið fólkavøkstur og avloysti landbúnaðin sum høvuðs inntøkukeldu.

Okkara heimamarknaður er so avmarkaður við 52túsund íbúgvum, tí er  er útflutningurin høvuðsálitið. Einans 6% av heildarútflutninginum er annað enn ali- og fiskivinna, alingin hevur vunnið seg upp á eini 40% av heildarútflutninginum. – Hetta er grundarlagið!

Mangt hevur verið roynt gjøgnum tíðirnar, nevni okkurt:  sum t.d. stórhvalaveiðan, “svartkjaftaflotin”, Grønlandsfiskiskapurin og Føroyingahavnin, Flemish Cap, sum gav gylt í mong ár,  men síðani kódnaði og gav onkrum felagi mønustingin. Hetta hevur verið lagið. Ymiskar royndir á landi so sum taravirkið, crabstick o.a.  Tað vóru teir, sum søgdu fyrst í 1990unum:  “Gloymið alivinnuna, oljan er framtíðin”.  Oljuvirksemið hevur  tó komið væl við, tí føroyingar eru dugnaligir á sjógvi og álitisvekandi handverkarar, tí eru fleiri frálandaskip í oljuvinnuni og handverkarar ið fáa inntøku í øðrum londum.

 

Klaksvík stóð fyri einum vali -

fiskivinnuna ella oljuna

Fleiri av vinnunum eg havi nevnt, lærdu føroyingin nakað, onkrar fullu niðurfyri, aðrar komu aftur íaftur eftir nýggjar og umskipaðar royndir og hava síðani givið gylt, tað vóru tey ið hildu á, sum so ofta er!

At Klaksvík er væl fyri á sjógvi og á landi, kemst av,  at tey vóru, sum tóku málið í álvara, sum gjørdu, at býráðið valdi fiskivinnuna. Hetta verður vent aftur til seinni. Tað hevði nyttað lítið, um bara býráðið tók støðu í málinum. Nei, tað sum gjørdi allan munin og gav úrslit var, at har vóru  íleggjarar, sum onki óttaðust,  sum settu pening í skip og virkir hóast døpur útlit. Her var grundarlagið lagt til veruligu fiskiloyvini, nøkur sóu møguleikan, tá onnur “skutu á” heldur enn at “taka á”.

Hetta – júst hetta -  er ein høvuðsorsøk til, at Klaksvík hevur uppbygt dygt grundarlag, sum hevur elvt til framburð, við góðum fiskivinnufyritøkum, har avleiddar vinnur hava tað gott. Hetta hevur gjørt, at Klaksvík hevur ligið lágt í arbeiðsloysi.

“Nei ali- og fiskivinnan er ikki alt – men grundarlagið”!

Kundi hugsa mær at komið inn á alivinnuna o.a. seinni, sum er ein sólskinssøga.

 

Hesin maður byrjaði á dekkinum, stríddi seg upp á brúnna, helmaði ikki í, fyrrenn hann gjørdist leiðari á fyritøkuni

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið