Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað skal dirvi, úthaldni og visión til at vera íverksetari – tey fyrstu árini eru ofta rakár við drúgvum arbeiði.

Úr kreppum spretta vanliga nýhugsanir

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  28.04.2020 - 16:22 Tíðindi Vinna

Vinnan og Klaksvík (1)
Tríggjar kreppur í sløk 30 ár - allar við hvøssum árini á Klaksvík.

Aldarliga hevur søgan víst, at kreppur undir ymiskum skapi hava stungið seg upp, kreppur við millumbilum hálv- og fjórðingsaldarliga. Stundum,  hevur verið styttri ímillum. Kreppur hava ofta elvt til nýhugsanir (innovatión), har einstaklingar hava lagt til brots, fingið fólk við sær bæði leik og lærd og soleiðis bundið saman um og bjarga við framtøkum.

Føroyar  er onki undtak. Nógv ferð hevur verið – ja, til tíðir kanska í so nógv – eftir dyggum uppgongdum, snerktist saman um, steðgur kom í menningina og neyðugt var at gera upp, taka samanum, repa seglini og síðani við nýhugsan at seta ferð á aftur.

Taka vit kreppunar í Føroyum 1991/92, sum hevði sín uppruna í Evropa, heimskreppuna 2008/09, sum festi í í USA og Koronakreppuna 2020, sum festi í í Kina, vóru tær  ólíkar í uppruna. – Tríggjar kreppur í 30 ár.

 

Møguliga hóra ikki allar fyritøkur undan
Hesar seinastu tríggjar kreppurnar hava havt hvøss árin á Klaksvík. Tær báðar fyrru kreppurnar, har reisti seg framfýsni við nýhugsan í virkjum og skipaflota, og seinnu árini buðu fyritøkur aðrastaðni sær til at gera íløgur her á staðnum bæði innan aling, í handilskapi o.s.fr.

Eisini sóu vit, eftir ta fyrstu av hesum trimum kreppunum, at ótraditionellar loysnir og heilt aðrar samansetingar sóu dagsins ljós. Tá ástóð tók fólkið samfelt lógvatak. - Her sóust nýhugsanir, sum vent verður aftur til seinni.

Møguliga hóra ikki allar fyritøkur undan,  tá avleiðingarnar av Koronakreppuni er farin aftur við borðinum, men vit fara eisini tá at síggja  skapanartrongd. – Tí úr kreppum spretta vanliga nýhugsanir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið