Lýsing
Lýsing
Lýsing
KÍ-hópurin 2020 | Mynd: Petur M. Solmunde

Norska fjepparafelagið hjá KÍ nærkast 1000 limum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  07.05.2020 - 11:05 Ítrottur Tíðindi

Áhugin fyri fyri KÍ tykist sera stórur í Noreg.

Nú norska TV2 fer at vísa føroyskan fótbólt, tí føroyska kappingin er tann fyrsta í Europa, ið byrjar eftir koronasteðgin, so er áhugin fyri føroyskum fótbólti í Noregi knappliga blivin sera stórur. Fleiri av føroysku feløgunum hava fingið fjepparafeløg í Noregi. Og áhugin fyri KÍ er sera stórur eins og í Føroyum, kanska tann størsti av øllum í Noregi. Fyrr í vikuni bleiv ein norskur fjepparabólkur hjá KÍ stovnaður á facebook og í dag, hósdag kl. 11.02, eru longu 728 limir í honum, næstan allir hesir fyrstu 728 eru norskir limir. Nú fara kanska nógvir norðoyingar uppí bólkin, men av hesum fyrstu 728 limunum, so vóru bara fýra føroyingar, so hetta er ein bólkur sum nærum bara hevur norskar limir av uppruna. 

At KÍ er so vælumtókt í Noregi er neyvan tilvildarligt. KÍ hevur stolta søgu bæði heima og í Europa og er eisini verandi føroyameistari. Tað telir neyvan heldur niður, at kvinnuliðið eigur heimsmetið við 17 meistaraheitum á rað. KÍ er eisini tað føroyska felagið, ið hevur havt flestar norskar leikarar gjøgnum tíðina. Einasti norski leikarin í deildini í 2020 spælir eisini við KÍ. Eisini hava fleiri leikarar, ið eru uppaldir í KÍ, spælt í norskum fótbólti. 

Í bólkinum er nógv virksemi og longu nú verður tosað um at gera ein fjepparatúr til Klaksvíkar, tá tað ber til.

Klaksvikar Supporter Club Norway finst HER

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna