Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dávur Winther

At lata landið upp

SKRIVAÐ: Zakarias Wang    |  08.05.2020 - 13:34 Lesarabrøv Politikkur

Nú høvdu vit eina merkisverda sending í Degi og Viku hóskvøldið 7. mai. 

Fyrst fingu vit at síggja, at eingi høvdu kovid-19 beinkrím í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Harnæst fingu vit at vita, at støðan var næstan tann sama í Danmark, Noreg og Svøríki, og at vit tí kundu loyva teimum, sum haðani komu, at sleppa til okkara. 

Men so fingu vit tveir læknar at greiða frá. Teir vístu á, at talan var um fupp. Tað passar ikki, at eingir nýggir tilburðir eru í Danmark, tí har eru yvir 100 um dagin. Í mun til fólkatalið hevði tað svarað til, at vit í Føroyum høvdu ein nýggjan sjúkling um dagin, og tað høvdu vit sanniliga ikki hildið vera einki. 

Tað er tí orsøk til at vit ikki vera tikin av fótum av rongum tíðindaflutningi.

Men var nakar glotti at hoyra?

Jú, tað var tað. 

Vit fingu at vita, at eitt nú heilsustarvsfólk kundu ferðast frítt uttan at koma í sóttarhald. Hetta er tí, at tey verða kannaði tá ið tey koma til landið, og síðan verða tey kannaði triðja hvønn dag fyri at síggja um tey hóast alt høvdu smittuna við sær. 

Hetta vil siga, at um vit brúktu hesa mannagongd fyri øll sum komu til landið, so kundu vit sloppið undan kravinum um sóttarhald fyri tey sum koma higar. 

Gjørdu vit ikki mismun millum heilsustarvsfólk og onnur ferðandi kundu vit tí latið landið uppaftur og slept hinum krøvunum vit hava. Vit høvdu kunna hildið ólavsøku, íðkað ítrótt, sloppið til jarðarferðir og yvirhøvur livað okkara vanliga lív.

Hví skulu vit gjalda so høgan prís fyri at gera hendan mismun?

 


Zakarias Wang  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Uppmøting hjá býráðslimum seinna hálvár…
Nú er nóg mikið við miseydnaðum byggiver…
Topp 3 Ársins Leiðarar 2026 eru nú kunng…
Dokkin á Skála tekur skap
Holocaust Minningarhald
Kvøldarlesing - eitt væleydnað kvøld
10'arin funnin?
Løgtings­røðarapallu­rin dagførdur
Ph.d.-skúli er nú settur á stovn á Fróðs…
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Bókacafe við Vónbjørt Vang
Hvørjum bíðar samgongan eftir?
KÍ stjørnuskotið 18 ár
Blaðið fyllist
Ongum nýtist at fara til Singapore við J…
Almennir fundir
Mest hýsa at fáa
Veðurlags­lógin er reinur signal­politikku…
Fundur 29. januar fyri komandi 1. floks…
Láturligt uppskot um leigustuðul