Lýsing
Lýsing
Lýsing

14 venjarir farnir undir B4-útbúgving

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.05.2020 - 07:21 Ítrottur Tíðindaskriv

Farna fríggjadag fóru 14 venjarir undir B4 venjaraútbúgvingina. Hetta er samstundis fyrsta skeið, ið FSF skipar fyri, síðani koronafarsóttin byrjaði at gera um seg

Gongd er nú aftur komin á skeiðsvirksemið hjá Fótbóltssambandi Føroya. Dýrabiðidag, sum var fríggjadagin 8. mai, fóru 14 venjarar undir B4-venjaraútbúgvingina. Eftir ætlan skuldi fyrsta samling í samband við hesa útbúgving annars vera í mars mánað, men koronasmittan vildi tað øðrvísi.

Men tilmælini frá heilsumyndugleikunum eru nú dagførd, og tað inniber millum annað, at nú ber aftur til at skipa fyri skeiðum – tó við nøkrum tillagingum, soleiðis at tilmælini, ið framvegis eru, verða tikin í álvara og fylgd.

Luttakararnir á B4-skeiðnum løgdu fyri fríggjamorgunin klokkan 8, og síðani var undirvísing á skránni til klokkan fimm seinnapartin. Evnini, ið blivu viðgjørd hesaferð, vóru menningarætlan, motivatión, leikháttur og videogreining.

Eftir ætlan verður prógvhandanin í september mánað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…