Lýsing
Lýsing
Lýsing

Atlantic Airways noyðist tíverri at siga starvsfólkum úr starvi

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.05.2020 - 18:30 Tíðindaskriv Vinna

Atlantic Airways fer at siga umleið 90 fólkum úr starvi. Uppsagnirnar eru ein beinleiðis avleiðing av koronakreppuni 

- Vit høvdu sjálvandi vónað, at krepputiltøkini vóru nóg mikið, tá vit í mars sendu 180 starvsfólk í serskipanina hjá ALS, men so var ikki. Vit noyðast tískil at taka næsta stigið, sum tíverri verður at geva fleiri av okkara góðu og dugnaligu starvsfólkum uppsagnarskriv, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

 

Umleið 90 fólk verða søgd úr starvi í næstum. Uppsagnirnar verða galdandi frá 31. mai 2020. Nevnd og stjórn fara eisini at endurskoða lønar- og setanarviðurskifti hjá teimum starvsfólkum, sum halda fram í flogfelagnum.

 

- Hetta er ein liður í at tryggja kappingarførið frameftir, og ein slík endurskoðan verður sjálvandi gjørd saman við øllum viðkomandi pørtum, staðfestir Jóhanna á Bergi.

 

Uppsagnirnar eru ein beinleiðis avleiðing av koronakreppuni, sum hevur elvt til, at flúgvingin hjá Atlantic Airways eftir fáum døgum minkaði niður í lítið og einki, tá almennu koronatiltøkini vóru sett í verk bæði í Føroyum og uttanlands fyri tveimum mánaðum síðani.

 

- Støðan er harmilig, men vit trúgva upp á framtíðina, sum vónandi hevur økt virksemi við sær, so at vit líðandi kunnu byggja starvsfólkahópin uppaftur næstu árini. Beint nú noyðast vit at tátta meira í fyri at tryggja búskaparliga grundarlagið frameftir, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin