Lýsing
Lýsing
Lýsing

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, røddi um endurskoðanina av eldraøkinum

SKRIVAÐ: Almannamálaráðið  |  13.05.2020 - 06:24 Politikkur Tíðindaskriv

Í sambandi við altjóða sjúkrarøktardagin, sum varð hildin í frástøðu í Smæruni í Havn í dag, var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, boðin at greiða frá um eftirmetingina av eldraøkinum og heimatænastuni.

Hon segði millum annað:

“Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri, at lógin um heimatænastu og eldrarøkt skal endurskoðast beinanvegin. Hetta skal gerast saman við Kommunufelagnum og øðrum avvarðandi myndugleikum.

Vit halda, at tað er umráðandi, at faklig krøv skulu setast, og røktartyngdin skal vera avgerandi fyri starvsfólkahópin. Tað vil siga, at vit skulu meta um, hvussu stórur røktartørvurin er, og at starvsfólk verða sett í mun til hetta, soleiðis at normeringin av starvsfólki er í lagi.

Eg havi tikið stig til at arbeiðið við eftirmetingini fer í gongd nú, og skal verða liðugt í hesum árinum.”

Les alla røðuna her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum