Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggja 5-mannafarið hjá KRF fær hetta navnið

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  18.05.2020 - 08:40 Ítrottur Tíðindi

Nú er avgjørt, hvussu nýggja 5-mannafarið hjá KRF fer at eita.

KRF skrivar soleiðis um avgerðina:

Nýggja 5-mannafarið hjá KRF fer at eita SÆVARMOY.

Í vár heitti nevndin í Klaksvíkar Róðrarfelag á Per Jacobsen um at finna eitt hóskiligt navn til nýggja 5-mannafarið. Per kom við trimum góðum uppskotum. Eitt av teimum var serstaka navnið SÆVARMOY.

Grundgevingin at velja SÆVARMOY er henda:

Fleiri nøvn á bátum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag eru at finna millum føroyskan skaldskap av manna munni – kvæði og sagnir, sum eru kvøðin og fortald manna millum.

SÆVARMOY er úr kvæðamáli, og merkir havfrúgv (sævar > hav) og (moy > frúgv).

Í “Høgna tátti”, sum er triði táttur av Sjúrðarkvæðunum, eru bæði sævarkvinna (havfrúgv) og sævarmaður (havmaður). SÆVARMOY er samanrenning av hesum forskoytinum, og so orðinum “Sjóvarmoy”, sum er at finna í ævintýrakendu yrkingini eftir fugloyinginum S.M. Zachariassen - yrkt í 1894.

Í Klaksvík eitur ein gøta við sjóvarmálan Sævargøta, og Hanus G. Johansen syngur eina vakra yrking eftir Poul F. sum eitur SÆVARMOY.

Vit takka Per fyri ómakin at finna okkum hetta navn, sum fyri okkum var púra ókent.

Vegna korona er nýggja 5-mannafarið eitt sindur seinkað, men vit hava gott mót, og ætla at flota bátin í summar. Koyr á Sævarmoy!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum