Lýsing
Lýsing
Lýsing

Faroe Islands Handball Cup í Vági í august

SKRIVAÐ: Vágs Bóltfelag  |  18.05.2020 - 08:44 Ítrottur Tíðindaskriv

Í august í ár verður á fyrsta sinni skipað fyri stórari hondbóltskappingin í Vági undir heitinum Faroe Islands Handball Cup. 

Faroe Islands Handball Cup er kapping fyri bæði føroysk og útlendsk hondbóltslið, men verður í 2020 bert fyri føroysk lið. Talan er um hondbóltskapping fyri aldursbólkarnir frá U10 til og við U16 og fyri bæði gentur og dreingir - og harumframt verður eisini skipað fyri kapping fyri vaksin, fyri kvinnur og menn.

Fyri børn og ung bjóðar Faroe Islands Handball Cup tríggjar dagar við hondbóltsspæli, har spælt verður í Marghøllini í Vági og í Vágs Høll í døgunum 3. til 5. august 2020. Tey vaksnu spæla í døgunum 14. og 15. august 2020.

Men Faroe Islands Handball Cup er nógv meiri enn bara hondbóltur. 

Faroe Islands Handball Cup eisini upplivingar fyri lívið í framúr góðu umstøðunum í Vági, bæði í hallum, í nærumhvørvinu, á fjørðinum og úti í náttúruni annars. Kvøldini verða merkt av hugna og samveru, har tey ungu njóta løturnar saman í Vági.

Umframt hondbólt bjóðar Faroe Islands Handball Cup svimjing í Páls Høll, klatring á klatrivegginum í Marghøllini, Leikaland í Marghøllini, diskotek í VB-húsinum, sigling og spæl á fjørðinum, túrar burtur í haga og mangt mangt annað. Og fyri tey foreldur og vaksin er Faroe Islands Handball Cup eisini ein framúr stevna við tilboðum á matstøðum og kafeum, í handlum og ikki minst innan ferðavinnuna.

Fyri tey vaksnu verður talan um eina innleiðandi kapping til hondbóltskappingarárið, har kvinnur og menn sleppa at spæla fleiri dystir yvir tveir dagar. Eisini hjá teimum vaksnu eru hugni og samvera ein partur av kjarnuni í Faroe Islands Handball Cup, sum endar við felags veitslu leygarkvøldið 15. august. 

Gestablídni í Vági er tiltikið og er tað okkara mál at Faroe Islands Handball Cup gerst eitt upplivilsi fyri lívið hjá luttakarunum, bæði leikarum, venjarum og liðleiðarum og fjepparum.

Tilmelding til Faroe Islands Handball Cup fer fram á heimasíðuni www.handballcup.fo og fyrstu liðini eru longu tilmeldaði. Í næstu framtíð verður eisini meiri kunning á heimasíðuni um prísir fyri luttøku, gisting og mat.

Meiri fæst at vita við at venda sær til Boga Mortensen, formann í VB.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Listafelag 40 ár
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis
Hvussu eru Føroyar komnar til gjøgnum fl…
Bindifestivalu­rin á altjóða støði
Føroya Bjór: J-dagur í dag
Gittar­framsýning í Varpinum í samband vi…
Bakkafrost leggur seg ikki út í linjufør…
Viðmerk­ingar frá Búskapar- og Løgfrøðing…
Rajani vildi flyta Bjarnason, men Løgmað…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Barna­familjur­nar sleppa undan ansingargj…
Video: Todi greiddi frá um KÍ í 1991 og…
- STÁSTÍÐ setur fokus á alt tað góða vit…
Takkarkvøða til Arnhold Vegghamar