Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrireika seg til EM-undankapping

SKRIVAÐ: FSF  |  19.05.2020 - 10:01 Ítrottur Tíðindaskriv

U17 Dreingir // Av tí at menningarkappingin og NM eru avlýst, skal U17-landsliðið við dreingjum bara til eina veruliga kapping í ár, sum er EM-undankappingini í Turkalandi í oktober

– Hetta landsliðsárið gjørdist ikki akkurát soleiðis sum vit høvdu ætlað. Men nú ræður um at hyggja fram eftir og vóna, at EM-undankappingin verður, sigur venjarin hjá U17-landsliðnum við dreingjum, Rasmus Nolsøe við heimasíðuna hjá FSF.

Eftir ætlan skuldi føroyska U17-landsliðið við dreingjum taka lut í trimum altjóða kappingum í 2020. Men soleiðis bleiv kortini ikki. Fyrst varð UEFA menningarkappingini, sum skuldi verða í Andorra í apríl, avlýst, og nú er greitt, at einki NM verður í ár. Sostatt verður tað bara EM-undankappingin í oktober, sum fyribils í øllum føri, framvegis stendur á skránni.

Og tað eru júst fyrireikingarnar til hesa kapping, ið spælarar og venjarar nú eru farnir undir. Mánadagin var venjing í Miðvági, og eftir ætlan verða regluligar venjingar kring alt landið fram til EM-undankappingini í Turkalandi, har føroyska liðið eisini skal spæla móti Russlandi og Gibraltar.

– Nú ræður um at vit fyrireika okkum so væl sum gjørligt, tí hetta er rættuliga sterk mótstøðu, sum vit skulu spæla ímóti, sigur Rasmus Nolsøe.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú hevur KÍ kunngjørt Dávid
10.000 pund á 32 stampum
Norðmenn vitja Amerika
VIMA - Upplatingartilboð - allar vørur -…
Dávid Reynheim nærkast KÍ
Etika í Biskupstorg
Nýggjur áleypari til venjing
KÍ missir helst fýra leikarar
Anfinn Í Toft á støð
Morgunmatarborðið veit
Hví eitur býurin Oslo?
Nes kommuna hevur latið inn ferðavinnuæt…
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík