Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Líkaløn – eisini í pensjón

SKRIVAÐ: Tjóðveldi  |  19.05.2020 - 23:45 Politikkur Tíðindaskriv

Í dag viðgjørdi Løgtingið uppskot frá Tjóðveldi, um at kvinnur og menn skulu javnsetast í mun til pensjónir og tryggingar. Viðgerðin var long, og úrslitið bleiv at uppskotið fall – hóast undirtøku í bæði andstøðu og samgongu.

Fyri Tjóðveldi er tað ein sjálvfylgja, at kvinnur og menn skulu javnsetast. Í tíðarleysu stevnu floksins stendur greitt, at “føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi, og rætt at liva við sømd í føðilandi sínum.”

 

Í Føroyum er støðan tann, at tað við lóg, er kravt at spara upp til egna pensjón. Men støðan er eisini tann, at pensjónsfeløgini gera mismun á pensjónsútgjaldinum til kvinnur og menn. Víst verður á, at kvinnur liva longur enn menn, men úrslitið av hesum er, at hóast menn og kvinnur rinda somu upphædd inn til pensjón, so fáa kvinnur áleið 13% lægri mánaðarligt útgjald.

 

Afturat hesum, so vita vit at pensjónsuppsparingin og lønarinntøkurnar hjá kvinnum eru í miðal lægri enn hjá monnum. Tí eru kvinnur so nógv verri fyri fíggjarliga enn menn, tá tær koma í pensjónsaldur.

 

Tað eru skjótt 40 ár síðani at kvinnur fingu somu løn fyri sama arbeiði, og nú er tað alneyðugt, at pensjónirnar eisini verða javnsettar.

 

Hesin skeivleiki má og skal rættast. Tað er tí stórt spell, at uppskotið skuldi gerast til eitt samgongu/andstøðu mál. Serliga tá røddir hava verið frammi í tryggingarfeløgunum, um at tey ynskja at hetta skal javnsetast við lóg. Tíverri heldur hesin ójavnin fram, í øllum førum eina tíð avtrat – men vit eru sjálvandi altíð til reiðar, at vera við í at bøta um allan mismun.


Tjóðveldi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú strýkur vorið völl og dal
KÍ skuffaði í fyrstu stóru royndini í ár
Veðrið í vikuni
KÍ - NSÍ (1-1)
Starvs­fólka­trivnaður er gott fyri botnli…
Øll børn hava sama virðið
Gigtafelagið: Hugsið um klimaviðgerð til…
"Vælferð er ein íløga"
Djórini skulu hava tađ gott og fáa hjálp…
Uppsparing í virðisbrøv skal lønast – vi…
Betri karmar til nýskapandi vinnur – sta…
Øll skulu hava eitt heim
Onga altan til ungdómsíbúð!
Klárt til konsert í Varpinum
Menning sæst eisini í Norð­oyggjum
Formenni­nir vænta ein tættan og spennand…
Herluf's Kafé fingið sína fyrstu nevnd
Javnaðar­flokku­rin vil ikki minka blokkin…
"Hatta er stavurin hjá Andriasi í Stovug…
Hyrox er nýggja fitnessrákið
Lýsing