Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ fær truplari dyst í Fuglafirði enn síðstu árini

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  22.05.2020 - 13:33 Ítrottur Tíðindi

Leygardagin skal KÍ til Fuglafjarðar, har KÍ síðstu árini mangan hevur vunnið tryggar sigrar. Men hesin dysturin kann fara at vísa seg at vera truplari, tí ÍF hevur eitt broytt og betri lið enn síðstu árini.

 

Undan dystinum í Fuglafirði hava bæði ÍF og KÍ trý stig og liggja mitt á stigatalvuni. Undan dystinum hevur KÍ vunnið átta sigrar á rað móti ÍF, steypakappingin íroknað. Harav fleiri greiðir sigrar, har KÍ hevur skorað nógv mál.

 


ÍF er munandi sterkari

ÍF 2020 er munandi sterkari lið enn ÍF-liðini í 2019 og 2017, har ÍF í báðum førum endaði aftast í deildini. Serligi munurin er, at miðásin er sterkari allan vegin. Milos Budakovic er royndur góður málverji, sum ÍF ikki hevur havt síðstu árini. Í miðverjuni eru Jens Joensen og Jan Ó. Ellingsgaard, ið báðir eru royndir og drúgvir í føroyskum fótbólti. Á miðvøllinum skulu vit leggja merkis til Hákun Edmundsson, sum uppá stutta tíð er komin fyri seg eftir drúgvan skaða, ið m.a. gjørdi, at hann ongan dyst spældi við KÍ í 2018, tá hann hevði sáttmála við felagið. Og til álopspartin hevur ÍF fingið Uros Stojanov og Filip Fjordjevic, sum vísa seg at styrkja væl um. Uros við trimum málum og Filip við tveimum uppleggum fyrstu tvey umførini.

 


KÍ leitar eftir samansetingum

Hjá KÍ eru loysnirnar enn ikki funnar uppá sentral pláss. Ymiskar loysnir vera valdar til sentrala partin frá miðverju, sentralum miðvølli og álopi.

Odmar Færø hevur byrjað í miðverjuni báðar dystirnar, men sum makkarar hevur hann havt Jesper Brinck (móti B36) og Deni Pavlovic (móti TB). Allir hava teir gjørt mistøk fyrstu dystirnar.

Á miðvøllinum hevur Alessio Hyseni byrjað inni báðar dystirnar, men hevur ikki staðið sterkur í myndini og er skiftur út báðar dystirnar. Jákup B. Andreasen var hálvskaddur fyrra dystin, men spældi seinna dystin og eigur heilt vist annað plássið. Í álopinum tykist Ole Erik Midtskogen, ið ikki heilt hevur livað upp til hansara støðið í venjingardystunum, at eiga annað plássið, men hvør skal spæla saman við honum tykist óvist. Móti TB var tað Páll A. Klettskarð, ið ikki var sjónligur og bleiv útskiftur. Onkursvegna tykist samansetingin við Ole Erik og Páll ikki at rigga so væl, kanska tí samansetingin av typum ikki er tann rætta. Ein onnur orsøk kann eisini vera, at Ole Erik er nýggjur í felagnum og at Páll hevur verið darvaður av skaða síðstu vikurnar.

 


ÍF-KÍ

Beint undan kappingarbyrjan spældu liðini ein venjingardyst í Fuglafirði. KÍ vann 4-1, men talan var leingi um javnan dyst, har ÍF kanska hevði munin í fyrra hálvleiki. ÍF hevur fyrstu tvey umførini havt verjukent útgangsstøðið, og tað er eisini hugsandi hendan dystin. HB vísti hugflogsríkt álopsspæl í Fuglafirði í fyrra hálvleiki og førdi 3-0. KÍ fer helst at hyggja eftir, hvørjar loysnir HB brúkti, men samstundis kom ÍF til nógvar góðar málmøguleikar móti HB, sum KÍ skal royna at forða hendir aftur. KÍ er favorittur, men talan verður helst um javnari og meir spennandi dyst enn vit eru von við síðstu árini millum hesi liðini. Bæði tí at ÍF er betri lið, og tí at KÍ er merkt av, at vit eru fyrst í kappingarárinum, har rætta samansetingin ikki er funnin enn. Tí eru vit m.a. í iva um kanska eini fýra pláss í uppstillingini. Tipping: 2 (1-2)

 


Norðlýsið tippar hinar fýra dystirnar soleiðis:

Víkingur-NSÍ 1

EB/Streymur-TB 2

B36-Skála 1

AB-HB 2

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…