Lýsing
Lýsing
Lýsing

Regin Guttesen hjálpir neyðstøddum í Italia við nýggjum sangi

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  24.05.2020 - 21:10 Kykmynd

Korana farsóttin hevur herjað herviliga í Italia, ið hevur verið eitt tað harðast rakta landið í heiminum, og fylgjurnar merkjast enn allastaðni í landinum. Eisini í økinum, har trúboðaraparið Regin Guttesen og Heidi hava fest røtur og virka dagliga. Hetta økið er eitt tað fátækasta í Italia og hundraðtals familjur eru komnar í svára neyð í kjalarvørrinum av korona kreppuni.

Tí hava tey bæði Regin og Heidi, saman við lokalum fólki, byrjað neyðhjálpar átakið Umano, ið er ætlað at veita linna og hjálp hjá teimum harðast raktu familjunum í umráðnum.
 
Ein heimasíða er stovnað og til ber at fara inn á u-mano.it og fáa meira kunning um, hvussu tú kanst stuðla, um møguleikin og hugurin er til tað. Øll hjálp fer óskerd til familjurnar.
 
Nýggjur sangur
Í samband við átakið, hevur Regin somuleiðis brúkt sínar tónlistarligu gávur  og hevur innspælt ein sang saman við ymsum vinfólkum. Umframt Regin (solosang, klaver, bakrøddir og synth) luttaka eisini italsku vinirnir Dario De Marco (solosang og bakrøddir), Antonella Del Sordo (solosang). Harumframt luttaka Malin Zachariassen (bakrøddir), Hans Poulsen (orgul) og Jan Zachariassen (bass), ið øll hava gjørt vart við seg á føroyska tónleikapallinum millum ár og dag.
 
Regin hevur framleitt sangin og Óli Poulsen hevur mixað.
 
“Gev mær Jesus” – ella “Give Me Jesus” – er ein gamal negro spiritual sangur, sum Jógvan Zachariassen og Regin hava umsett til føroyskt. Lagið verður sostatt sungið á trimum málum, føroyskum, italskum og enskum.

Hoyra sangin her: 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiski­vinnan góðar og tryggar karmar
Gadus siglir heim
Felags valkáfe í Varpinum
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Heldur EIGA enn lívslong, dýr LEIGA
Almennur politiskur fundur á Viðareiði í…
Mjølnir og  SÍ spæla fyrstu FM-finaluna…
Vármarknaður á Fossánesi
Hvør hevur víðka Akursmørk­ina innangarðs…
Vit mugu betra um viðurskift­ini hjá fólk…
Sterk vinna skapar vælferð
Tað skal altíð loysa seg at arbeiða
Vit mugu aftur fáa avlop í lands­kassanum
Hægri partafelagsskattur gevur ikki meir…
Hjálp til eginfíggingina
Enn ein bygging Eystan Garð
Lands­bankin og Heilsustýrið skuldu avtak…
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Einligi fólka­pensjónistu­rin og fíggjarli…
Badmintonhópu­rin í U17 kappaðist í Herni…