Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vindur og regn eina løtu í dag. Seint seinnapartin fer at slíta í, men vindurin fer bert at minka eitt sindur. Myndin er tikin í Tjørnuvík í juni 2018. | Mynd: Undirritaði

Slítur í seinnapartin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  25.05.2020 - 12:30 Tíðindi Veðrið

Eitt lágtrýst liggur á Reykjanesrygginum og flytur seg norðureftir. Kring tað er nakað av vindi, og brúgvaløg við regni stinga seg eysturaftir úr miðjuni.

Tað er hetta, sum stýrir veðrinum her hjá okkum í dag og í morgin eisini.

Vindurin er meiri vestanfyri enn eystanfyri. Hetta sæst í mátingunum, sum eru at síggja á vedrid.fo. Í Mykinesi er miðalvindurin 24 m/s (stormur); á Kirkju er miðalvindurin 11 m/s (strúkur í vindi).

Ættin er beinur sunnan, og tað regnar kring alt landið (klokkan er 12.30).

Soleiðis fer veðrið at vera í eina løtu afturat - til klokkan 16 ella 17 - tó ælaveður í kvøld og í nátt. Ættin fer í útsynning-sunnan, og vindferðin fer at minka niður í 10 til 15 m/s. 

Hitalagið dag liggur um 8-9 stig - fær ikki kropið seg longur upp á hitastigan, so leingi luftin kemur úr Norðurkanada. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…