Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg vil virka fyri tykkum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.05.2020 - 22:03 Mentan Tíðindi

segði ein væluppløgd Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í røðu sínari tá Dugni skipaði fyri lítlari móttøku í dag, í sambandi við at Tinghúsið letur upp í Klaksvík í morgin. Vit prenta røðuna hjá landsstýriskvinnuni í Almannamálum

 

 

Góðan dag, øll somul, og takk fyri, at eg varð boðin at siga nøkur orð, nú nýggi handilin hjá Tinghúsinum letur upp her í Klaksvík.

Tað er ótrúliga áhugavert og kveikjandi at hoyra tykkum greiða frá øllum tí fjølbroytta virkseminum hjá Dugna.

                                                                 ¤

 

Ein av mínum allarfyrstu uppgávum sum landsstýriskvinna í almannamálum var, tá eg í september fekk høvi at heilsa uppá Joan Mellemgaard, sum fekk lærlingaprógv sum krambakvinna á Dugna.

Móttøkan, sum varð hildin fyri Joan, var eitt gott høvi hjá mær at kunna meg um tað, tit fáast við.

Havi eg verið imponerað av øllum tí, tit fáa burturúr, ja, so gav hesin dagurin mær veruliga eina fatan av, at tað er nakað heilt serligt , tit gera.

Og fekk meg eisini at skilja, hvussu týdningarmikið tað er, at landsins myndugleikar gera sítt til, at karmarnir hjá tykkum at virka í, eru góðir.

Tit skulu vita, at eg sera fegin vil halda fram at virka fyri hesum.

                                                                 ¤

Nú, handilin flytur av Kambsdali til Klaksvíkar, verður betri pláss á Kambsdali til verkstaðin og vónandi uppaftur betri møguleiki at skipa arbeiðstilboð undir tryggum kørmum har:

Tilboð til ung, sum ikki fáa ella varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin.

 Og tilboð til yngri borgarar, sum hava byrjandi demens, sclerosu og Parkinson, og sum ikki longur megna at vera á vanliga arbeiðsmarknaðinum.

Samstundis flytur handilin nærri kundunum og keypiorkuni.

Tit í Dugna hava sostatt enn betri møguleika at røkka tykkara endamálum, bæði í Eysturoynni og í Norðoyggjum.

So hetta má sigast at vera ein Vinn-Vinn støða.

 

                                                                 ¤

 

At tit nú lata handilin upp í snotiligu hølunum her í Klaksvík, fegnist eg sjálvandi um – man er væl eitt sindur lokal 

Hetta er tó ikki fyrstu ferð, tit royna tykkum her norðuri. Tí fyrst í juni í fjør var norðoyastevna og samstundis Royal Run.

Tá høvdu tit ein sokallaðan Pop-Up handil (ella Støkk Upp handil, sum tað nú eitur á føroyskum, sá eg onkrastaðni).

Har vitjaðu nógv fólk og væl varð selt, frættist.

Aftur í september høvdu tit handil og kafé í 4 dagar, og eisini tá var undirtøkan góð.

Eg veit, at tit hava viljað havt handilin nærri øðrum handlum og harvið nærri kundunum.

Og á ”business-máli” kann man siga, at við teimum royndunum, tit gjørdu her í Klaksvík í fjør, hava tit kannað sølu- og kundagrundarlagið og á tann hátt fyrireikað tykkum væl til at lata upp her.

                                                                 ¤

Tá vit tosa um endurnýtsluhandlarnar hjá Dugna, eru fleiri ting, sum man kann gleðast um:

Nógv fólk fáa ein aktivan arbeiðsdag og harvið ein innihaldsríkan gerandisdag.

Samstundis fáa vit minkað um ovurnýtslu og dálking, tá møblar, súkklur og annað mangt verða endurnýtt og ikki tveitt í rusk.

Tað er at gleðast um, at tað veruliga hevur vundið uppá seg at endurnýta. Tess meira gleðiligt er tað, at serliga tey ungu halda hetta vera rætt og snilt at gera.

Tað er væl umtókt at innrætta við ommusa gomlu møblum, myndum og lampum.

Og eru møblarnir hjá ommu farnir á Bukvald, ella vil omma kanska ikki sleppa teimum enn, ja so er eitt gott mið at leita júst í handlinum hjá Dugna.

At endurnýta er tíbetur blivið modernað.

 

                                                                 ¤

 

Vón mín er, at tað fer at ganga væl og at klaksvíkingar og norðingar taka væl undir við hesum nýggja tilboði.

Vónandi fara fólk í økinum at vitja dúgliga í handlinum og í kaféini.

Hvør veit, um ikki hetta verður enn eitt vælumtókt savningarstað í Klaksvík.

Hjartaliga tillukku og takk fyri!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð