Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein fiskitúrur við Fjallavatn - So vóru vit aftur á ferð

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  30.05.2020 - 23:04 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Sum so mangan áður, so fóru vit ein fiskitúr, undirritaði, Hans Hjalti Skaale og Ásmundur Joensen. Hesaferð gekk ferðin ikki á Bøleiðina, men við sílatráðu vestur í Vágarnar á Fjallavatn í gjár seinnapartin.

Sum allir hinir túrarnir í føroysku náttúruni, so vildu vit heldur ikki hendan verið fyri uttan.

Av Klaksvík fóru vit báðir Hans Hjalti um trýtíðina og fingu Ásmund upp í bilin við munnan á Vágatunlinum, hagar hann var komin úr Vestmanna.

Vit koyrdu til Vatnsoyrar, framvið Zarepta og so langt inn, sum koyrast kundi. Síðani til gongu. Tað mundi taka góðn hálvan tíma, at ganga inn til Fjallavatn, har millum annað Áin á Fjøllum rennur í vatnið. Har kastaðu vit og royndu fitta stund, men onki bar til. So spakuliga fram við eystur ella landnyrðingssíðuni á vatninum. Royndu góða løtu við Skítin, men sama skilið. Soleiðis gingu vit fram við vatninum til vit komu heilt norður ella vestur Móti Mýrunum ella Byrgið. Har fingu vit tvey sera góð síl. Hóast vit royndu leingi og hugsaðu um at ganga fram við Reipsá og til Reiðsá fossur fer útav, so bleiv tað ikki til nakað, tí eftir okkara tykki gekk klokkan ov skjótt og hugaligir livdu vit í vónuni at tað fór at bragda tá skýmdi.

Meðan vit so hugaligir royna, so er nógvur fuglur at síggja og við eitt bera við eyga á heystfólk, ið koma oman við Botnánni og oman at vatninum eystarumegin. Tað var ikki ein sjón vit norðoyingar eru vanir at síggja. Vakurt og spennandi sá tað út, har teir fóru ríðandi.

Ná, men vit gjørdu so av at fara heim aftur vestarumegin vatnið. Vit royndu allan vegin hóast skýmligt var, men vit fingu onki afturat. Sigast skal, at vit royndu bæði við flugu, agni og blinki. Men tað segði tað sama.

Komnir nakað heim um Rættartanga, har teir hava eitt hús, hittu vit hestmenninar. Teir vóru prátingarsamir og blíðir, so vit fingu eitt sera hugnaligt prát har í skýmingini. teir søgdu okkum, at teir ætlaðu at liggja nátt og at onkur teirra fyrr um dagin hevði verið í húsinum við Atw koyritoynum og lagt mat í húsið til náttina og dagin eftir.

Eftir eina sera hugnaliga løtu uttanfyri har, takkaðu vit fyri okkum og hildu leiðina fram. Kastaðu ikki meira, tí nú var vorið so myrkt. Vit komu aftur til bilin tá klokkan var um miðnátt. Eitt ógloymandi kvøld og tvey fín síl, sum eg fekk í mín part. Tey skulu roynast “mit gefüel” nú okkurt kvøldið.

Síl úr føroysku vøtnunum er nakað heilt serligt, ið tú ikki fært aðrastaðni enn bert í føroyskum vøtnum. Tað er nakað, sum ikki kann keypast.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan