Lýsing
Lýsing
Lýsing

Virtual FIshExpo - vit siktaðu høgt, men vit kláraðu tað

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.06.2020 - 13:50 Tíðindi Vinna

- Vit settu okkum eitt stórt og møguliga órealistisk mál, men vit kláraðu tað. Nú eru vit tilreiðar við heimsins fyrstu virtual FishExpo, sigur ein fegin Hanus Samró, sølustjóri í Fishfacts.

Forritararnir hava arbeitt dag og nátt við at fáa teknisku loysnirnar uppá pláss. Við nýggjastu bíleggingarskipanini, ið varð leysgivin í dag, kunnu brúkararnir longu nú bíleggja fundir við tænastuveitararnar.
 
- Hetta hevur verið ómetaliga spennandi og læruríkt. Vit hava lagt stóran dent á, at skipanin er brúkaravinarlig. Tað hevur eydnast til fulnar. Tú skal bara fara inn á floor plan, velja tænastuveitara, og so er klárt at bíleggja. Tað er sera lætt og ómakasleyst, sigur Hanus Samró, sølustjóri.
 
Í skrivandi stund hava 25 veitarar bjóðað seg fram. Talan er um føroyskar og útlendskar fyritøkur. 
 
- Vit eru ótruliga fegnir um undirtøkuna. Vit hava verið í sambandi við fleiri fyritøkur, so tað er ikki óhugsandi, at nakrar leggjast afturat, men tað týdningarmesta av øllum er, at okkara brúkarar áa eina góða tænastu og uppliving, sigur Hanus Samró.
 
Fishfacts skipar fyri heimsins fyrstu virtual FishExpo 9. til 10. juni. Tað eru feðgarnir Hanus og Óli Samró, ið eiga og reka fyritøkuna. Omanfyri 400 fiskiskip í fleiri enn 14 londum brúka Fishfacts.
 
Soleiðis bíleggur tú netfund: https://www.youtube.com/watch?v=hNZ__SYQDVc&t=3s
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hamradun spælir á Summar Festivalinum
Eftir dygga mótstøðu frá ÍF vann Mjølnir…
Hetta sigur Jóannes Bjartalíð um sína fr…
Kvotan í botn – veiðigjaldið í topp
Team Klaksvík vann fyrsta stigið
Mjølnir spælir toppdyst kl. 16
Veðrið í vikuni
Salamiferðin hjá Trump - nú Europa er bl…
Portørar­nir frá KS vitja 4. flokk
Fiasko úr enda í annan
Fiasko úr enda í annan
Viðareiðis­tunnilin letur upp aftur í dag…
Ljós í myrkri
Jóla luksus loppir í Badminton­høllini
Starvs­venjing á Veðurstovuni
Nývaldu kirkju­ráð­ini virkin
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku