Lýsing
Lýsing
Lýsing

279 talgildar undirskriftir eftir 5 døgum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  03.06.2020 - 11:41 Tíðindaskriv

Hervið handa vit Betri samtakinum eina sterka áheitan um at varðveita sjálvtøkuna á Skála.

Uppá 5 dagar hava 279 borgarar í nærumhvørvinum skrivað undir hesa áheitan. Harftrat eru sjálvsagt fleiri, sum ikki halda seg til at skriva undir í hesum talgilda formi, men kortini heilhjarta stuðla áheitanini. Her er serliga talan um tey eldru, sum kanska allar mest hava brúk fyri sjálvtøkuni. 

Tískil er sera breið undirtøka fyri, at vit vilja varðveita hesa seinastu bankatænastuna í bygdini. Borgarar eru vónbrotnir, keddir, ørkymlaðir og illir. Við hesi avgerð bankans, verður lívið í lokalsamfelagnum ikki betri, men verri!

Ein stórur partur av øllum felagslívi, sum Betri annars stuðlar væl, livir av teimum smáu inntøkunum, har fólk rinda við reiðum peningi. Her eru vit bundin at einastu sjálvtøkuni í bygdini. Tí er tað ov snævurskygt og ov kalt fokus á løtuvinnning og peningaligt yvirskot til íleggjarar, tá ein so stórur og týdningarmikil samfelagsberandi stovnur, sum Betri, skerjir tænastur hjá borgarum uttan fyri teir størru býirnar. Tað er beinleiðis drepandi fyri felagslív og mangt annað, at Betri letur sjálvtøkuna á Skála aftur.

Vinarliga lesið viðmerkingar frá fleiri, sum hava skrivað undir.
Og vinarliga takið avgerðina til nýggja viðgerð.

Vegna borgarar á Skála og grannabygdum
Svend Højgaard

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík