Lýsing
Lýsing
Lýsing
Stevnusending verður send beinleiðis av Skúlatrøð | Mynd: Dávur Winther

Norðoyastevnan í øðrvísi hami

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  03.06.2020 - 14:32 Ítrottur Mentan Tíðindi

Norðoyastevnan verður í ár í størsta mun skipað sum eitt stroymingartiltak við fjølbroyttari skrá. Tó vera nøkur alemenn tiltøk, sum verða skipað eftir tilmælunum frá myndugleikunum um frástøðu og reinføri. Norðoyastevnan verður sostatt í tveimum ymiskum útgávum, og á tann hátt heilt øðrvísi, enn hvat vit annars eru von við.

Leygarkvøldið 6. juni kl. 19.00 verður hugnalig og undirhaldandi stevnusending send beinleiðis av Skúlatrøð.

Á skránni vera røður, gestir koma á gátt, reportasjur úr býnum, tónleikarar spæla live, og aktuelt norðoyastevnuskemt, ið Klaksvíkar Sjónleikarafelag stendur fyri, er gjørt til sendingina.

Sendingin byrjar við, at Solby Christiansdóttir, tíðindakvinna flytir fram norðoyastevnurøðu. Sum næst seinasta tiltak á skránni flytir Símun Absalonsen, grannskoðari fram “midnáttarrøðu” kl. 22.00.

Sendingin endar áleið kl. 22.30 við einari stórari sangløtu við Halluri Joensen og øðrum, har tú kanst syngja við. Sanghefti verður at finna a www.klaksvik.fo og á facebook-síðu hjá kommununi.

Sendingin verður stroymd umvegis heimasíðuna www.klaksvik.fo

Hin parturin av skránni eru almennu tiltøkini, har nevnast kunnu dystir við Djúpumýri, kappróður, norðoyastevnu renning hjá Treysti og gongutúrur við Norðoya gongufelag. Sum eitt nýtt og annarleiðis tiltak er NET-Bingu á skrá.

Tónleikur er fastur partur av norðoyastevnuskránni, og í ár er onki undantak. Umframt, at nógvur tónleikur verður partur av norðoyatiltakinum, sum verður stroymt, so verður ein forkunnug tónleikarundferð við Danny og Inga runt um í býnum.

Við einum væl útgjørdum ljóðvogni fara teir at hava seks ymiskar konsertir, har teir fara at framføra kend løg, sum “Kostbar” og “Tá ið eg síggi teg”.

Norðoyastevnan endar við einum størri fýrverki á miðnátt leygarkvøldið 6. juni 2020, sum verður sent av Sandinum.

Við ynski um eina góða norðoyastevnu!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu