Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit rudda áðrenn Norðoyastevnu

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  03.06.2020 - 23:33 Tíðindaskriv

Sum siðvenja er, verður heitt á borgarar í Klaksvíkar Kommunu at rudda í døgunum undan Norðoyastevnu.

Hóast Norðoyastevnan í ár ikki er sum vant, so er kortini gott, at vit fáa býin og bygdirnar í kommununi ruddaðar og snøggaðar.

Tað hevði verið gleðiligt, um borgarar rudda og snøgga rundan um húsini og í nærumhvørvinum.

Umhvørvisátakið hjá Klaksvíkar Kommunu stendur fyri at skipa ruddingardagarnar.

At rudda er gott fyri likam og sál. Vit eru virkin úti í frískari luft, vit taka tøk saman, eru hugbundin og vit frøast um broytingarnar í tí smáa og stóra – alt hetta er í samsvari við tilmælini frá ABC sálarheilsu og heimsmálini fyri burðardyggari menning.

Rusksekkir kunnu heintast í Miðluni frá hósdegnum 4. juni kl. 10 og til fríggjadagin kl. 12. Tit fáa rusksekkir eftir tørvi, tó í mesta lagi eina rullu.

Tá tit eru liðug at rudda, vinarliga stillið rusksekkirnar við vegjaðaran, har teir eru sjónligir og eisini er best, um tit kunnu savna fleiri rusksekkir á sama stað, til dømis eitt ella tvey støð á hvørjari gøtu. Ein lastbilur hjá kommununi kemur at koyra runt og heinta sekkirnar til og við leygardagin 6. juni kl. 11.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París