Lýsing
Lýsing
Lýsing
Landsstýrismaðurin í heilsumálum skal nú greiða Løgtinginum frá, um kreftir í umsitingini mótarbeiða politiska viljanum sjúkrahúsunum viðvíkjandi

Kaj Leo skal standa skúlarætt um navnabroyting

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.06.2020 - 22:46 Politikkur Tíðindi

Teir fýra samgongutingliminir úr Norðoyggjum hava í dag sett fyrispurning fram á Løgtingi, ið viðvíkja navnabroyting, starvssetan, tilvísing, búskaparskipan og sjálva menningarætlanina fyri tey trý sjúkrahúsini. Teir vilja millum annað hava greiði á verandi sjúkrahúsbygnaði og kostnaði av navnabroytingini, ið er í umbúna.

Hesir fýra tingmenninir, ið eru Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, Frimodt Rasmussen úr Sambandsflokkinum og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, spyrja um, hvør samlaði kostnaðurin av at broyta nøvnini á teimum trimum sjúkrahúsinum verður. Eisini spyrja teir um, hvørt starvsfólkini á sjúkrahúsunum eru starvssett, har tey arbeiða, ella í einum samlaðum Sjúkrahúsverki Føroya.

Somuleiðis verður spurt um, hvørt næsti fyrisetti hjá øllum trimum stjórunum er landsstýrismaðurin í heilsumálunum, tað vil siga um allir tríggir stjórarnir hava landsstýrismannin beint omanfyri seg, ella um nakað millumlið er millum stjóran á eitt nú Suðuroyar Sjúkrahúsi og landsstýrismannin. Fjórði spurningurin er um hví búskaparskipanin broytti leiðaran fyri Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahús til at vera stjóran á Landssjúkrahúsinum.

Fimti og seinasti spurningurin er, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at endurskoða menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið.

Tað framgongur av viðmerkingunum, at starvsfólk á teimum trimum sjúkrahúsunum føla seg ótrygg av menningarætlanini, og av, at heimildirnar hjá stjórunum nú eru vorðnar so ógreiðar. Her sipa teir til, at fíggjarheimildir stjórans vórðu broyttar uttan ávaring, eins og navnakappingin eisini kom sum snarljós av klárum himli.

Teir fýra tingliminir føra fram, at tann politiski viljin er, at Føroyar hava trý sjúkrahús, sum gamaní skulu samstarva, men sum annars skulu vera sjálvstøðug. Tað merkir millum annað, at starvsfólk skulu verða sett í starv á annaðhvørt Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Landssjúkrahúsinum ella á Suðuroyar Sjúkrahúsi – ikki í Sjúkrahúsverki Føroya. Verða tey sett í starv í Sjúkrahúsverki Føroya, er hetta í stríð við tann politiska viljan í Føroyum. 

Eisini fílast teir á, at hvørki navnakappingin ella broytingin í búskaparskipanini hevur verið umrødd í politisku skipanini. Umsitingin tók avgerðina um broyting í búskaparskipanini av sínum eintingum, og nú vilja politikararnir hava at vita hví.

Nøvnini á teimum trimum sjúkrahúsunum eru staðfest í §1 í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið, og tí undrar tað teir fýra norðoyatingmenninar, at navnakappingin er útskrivað, uttan at málið hevur verið vent í politisku skipanini. Skulu nøvnini broytast, er eisini neyðugt við eini lógarbroyting av nevndu §1, og tí ynskja tingmenninir at fáa at vita, hví politiski myndugleikin ikki hevur havt málið til umrøðu, tá tað er hann, sum bæði eigur avgerðina og peningin, sum navnabroytingin kostar.

Fyrispurningurin er settur eftir §52 a í Tingskipanini, og tað merkir, at hann skal verða svaraður innanfyri 10 yrkadagar, ið eru 2 vikur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…